- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Triðja umfar av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum í 2011.
Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja. Tað fara vit at síggja í Frætt og fregnað hesu ferð, tí vitjað verður í Saksun.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.