Etos

Etos: Fokus er sjúkrarøktarfrøðingurin.
12-10-2022
Sjúkrarøktarfrøðingurin, sum nú er leiðari hjá øðrum sjúkrarøktarfrøðingum.

Poula Reinert- Petersen, er í dag leiðari. Hon hevur staðið, har sjúkrarøktarfrøðingarnir nú standa, so hon kann við sínum royndum brynja síni starvsfólk til at geva bestu røkt. Poula er eisini tilvitað um umsorganarmøði versus skipanarmøði.
Poula hevur starvast sum heimasjúkrasystir til familjan flutti til Danmarkar. Har tók hon eina kandidatútbúgving, cand.scient.san
Síðani starvaðist hon í læknaviðtaluni í Fuglafirði. Eisini hevur hon undirvíst í heilsu og ítrótti á miðnámi á Kambsdali og tvey ár sum leiðari á Veks, eldraøkinum og tvey ár sum leiðari á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Síðani mai 2020 hevur hon verið leiðari í Nánd. Har starvast um 80 fólk í føstum starvi og nøkunlunda tað sama í tímaløntum størvum.

Aðalmálið er at geva allarbestu røkt.

Sendingin er send í samstarvi við Sjúkrarøktaretiska ráðið og KVF.

Etos

Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum. Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
Eru normar feldir inn í heimin?
26-04-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt
19-04-2020
  •