Etos

Etos: Hvat er etikkur?
19-04-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos.

Hvussu skal eg, mannabarn liva? Hvat er tað góða lívið? Hvat er rætt og hvat er rangt? Hvussu beri eg meg at móti øðrum menniskjum, tí vit skulu øll vera her og øll hava vit eins virði, tí vit eru øll mennisku og tí serstøk.

Vit tosa um etikk bæði í samfelagnum, í politikki, millum menniskju, í heilsuverki, tá tað snýr seg um djórini og umhvørvið.

Etikkur er gjøgnumvovin alla okkara tilveru her á bláu gongustjørnuni. Men tað, sum eg haldi er rætt, er ikki neyðugt at tú heldur vera rætt og soleiðis daga, javnt og savnt, etisk dilemma undan og tað er lívið um at gera at hava hesi á breddanum.

Etos

Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum. Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
"Tað er mennandi at arbeiða á røktarheimi, tí tú mást brúka allan teg".
19-10-2022
Sjúkrarøktarfrøðingurin, sum nú er leiðari hjá øðrum sjúkrarøktarfrøðingum.
12-10-2022
Sjúkrarøktarfrøðingur og etikkur.
06-10-2022
Er eitt óetiskt lív vert at liva?
12-07-2020
Euthanasi - tann góði deyðin.
21-06-2020
Ber til at fyrireika fólk og samfelag til eina umfarssótt?
14-06-2020
Hvat er eitt menniskja ?
07-06-2020
Hvør hevur hægri virði - rottan ella fliðan ?
31-05-2020
Etiska kravið og assymetriska støðan !
24-05-2020
Sokrates tosaði um gylta millumvegin
17-05-2020
Betri at vera ónøgt menniskja enn nøgdur grísur ?
10-05-2020
Menniskjan hevur vit og skil og hevur tí eitt egið virði
03-05-2020