Talv: Føroyar vunnu stórt á Íslandi

Talv: Føroyar vunnu stórt á Íslandi
Føroyar vunnu fyrra vinarlandsdystin móti Íslandi við heili 8½ - 1½
Føroyar spæla í dag seinna landsdystin móti Íslandi
 
18.08.2013 - 12:40

Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepnið høvdu hendan dagin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigur Føroyar hava vunnið á Íslandi nakrantíð !
 

Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland hevur verið telvaður síðani 1975.
Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum
frá eystur - og norðurlandinum; Ísland vann allar dystirnar.

Síðani 1981 hevur verið telvað annað hvørt úti og heima á umleið tíggju borðum.

Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Føroyar seinastu árini hava verið stinnari. Seinni dysturin verður telvaður í dag í Ósaskúlanum í Klaksvík klokkan 14.00. Talvsambandið sigur, at øll eru vælkomin at hyggja
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216