Føroyar taptu fyri Bermuda

Føroyar taptu fyri Bermuda
Føroysku flogbóltsmenninir taptu 3-2 fyri Bermuda. Vit áttu at havt vunnið hendan dystin, sigur Thorvald Danielsen
Føroysku flogbóltsmenninir máttu lúta fyri vertsoynni, Bermuda. Føroyar taptu 3-2
Mynd: Flogbóltssambandið  
 
15.07.2013 - 18:30

Føroyar og Bermuda spældu ein tættan og spennandi flogbóltsdyst, sum bleiv til ein fimm settara. Føroyar vóru á odda 19-14 eina løtu í fjórða setti og burdu havt lukkað dystin, men Bermuda kom afturíaftur og vann tað settið. Og fimta settið vann Bermuda so eisini rættiliga sannførandi og harvið dystin 3-2. 

Thorvald Danielsen var sera vónbrotin aftan á dystin og dugdi ikki at greiða frá, hvat hendi í fjórða settið, tá Føroyar var í einari góðari støðu. 

- Føroysku spælararnir vórðu sálarliga slignir út í hesum dystinum, mugu vit bara staðfesta, sigur Jan Hentze, viðmerkjari hjá kringvarpinum og flogbóltsdómari aftan á dystin. 

Settúrslitini í dystinum millum Føroyar og Bermuda vóru:

24-26, 25-14, 25-21, 24-26 og 9-15.

Føroysku flogbóltsmenninir spæla aftur í morgin móti Grønlandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269