Nýggja stjórnin í Egyptalandi hevur 6 mánaðir at venda búskapinum

Nýggja stjórnin í Egyptalandi hevur 6 mánaðir at venda búskapinum
Í gjár legði nýggja stjórnin í Egyptalandi ætlanir sínar fram, sum skulu venda búskapargongdini í landinum næstu seks mánaðirnar
Mursi-viðhaldsfólk í mótmælisgongu hendan dagin.
 
11.07.2013 - 09:15

Eitt er at hava eina ætlan, annað er at røkka á mál – ella nøkurlunda á mál.

- Ímeðan nýggja leiðslan í gjár legði fram ætlanina fram til eina nýggja grundlóg og nýval, byrjaði myndin hjá fyribilsstjórnini spakuliga at vísa seg - við einum búskaparfrøðingi á odda. Einum búskaparfrøðingi, sum bert fær stutta tíð at prógva, at kann nøkta altjóða lángevarar og svongu ”egyptisku gøturnar”, skrivar Tobias Havmand, journalistur á danska blaðnum, Information.

Ókendur forsætisráðharri
Samstundis sum offrini frá samanbrestunum millum mótmælisfólk og egyptiska herin mánadagin vórðu jarðað, gjørdist greitt, at lutfalsliga ókendi fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Hazem el-Beblawi, verður nýggjur forsætisráðharri Egyptalands.

Talan er um ein liberalan búskaparfrøðing við drúgvum royndum í almennu umsitingini í Egyptalandi og í fleiri bankum. Hesin varð valdur fram um hin heldur politiskt kenda Mohamed ElBaradei, sum salafistarnir í ”Nour-flokkinum” ikki vildu vita av. Hann er í staðin valdur til varaforseta.

Nú skal vera friður
Tobias Havmand heldur, at hendingarnar síðan hesa seinastu kollveltingina – har nógv fólk eru deyð í samanbrestum, gera, at ætlanin hjá nýggju stjórnini er merkt av, at tingini skulu henda skjótt. Men hóast truplu støðuna, so stuðla bæði herurin í Egyptalandi og amerikanska stjórnin ætlanini. Haraftrat hava Saudi-Arabia og Sameindu Arabisku Emiraturnar lovað Egyptalandi 8 milliardir dollarar í stuðuli.

- Tað er ikki órealistiskt at endurnýggja grundlógina og skipa fyri nývali áðrenn hálvt ár er farið. Men júst nú hevur tað týdning at tað verður friður, sigur Heba Khalil, granskingarstjóri í Egyptian Center for Economic and Social Rights.

- Nýggja stjórin skal betra búskaparstøðuna, og leggja eina langtíðar búskaparætlan fram, sum fólkið trýr uppá. Ger stjórnin tað, fær hon eisini fólkið at stuðla seg. Men megnar stjórnin ikki hetta, áðrenn seks mánaðir eru farnir, og verður stjórnin ikki reglufastari enn stjórnin hjá Mursi, heldur hon neyvan í seks mánaðir, sigur Heba Khalil.
Kelda: information.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283