- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin - stroyming
Føroyar, Grønland og Danmark skulu vera javnsett lond í ríkisfelagsskapinum - trý lond, trý fólk og tríggjar tjóðir. So greið var danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen í røðu síni, tá Fólkatingið var sett í heyst.
Nýggja rákið peikar móti eini loysn við meiri sjálvræði í ríkinum. Ein loysn, sum tykist meiri realistisk, nú danir sjálvir seta júst hesa loysnina fyri moderniseringina av Ríkisfelagsskapinum á dagsskránna. Men skulu londini í Ríkisfelagsskapinum vera javnsett, so má tað kjølfestast í lóg, siga løgfrøðingarnir Kristian Joensen og Bárður Larsen í grein.
Men er politiskur áhugi fyri tí? Høgni Hoydal (T), Bárður á Steig Nielsen (S), Aksel Johannesen (J) og Beinir Johannesen (F) eru í útvarpsstovuna og kjakast um Ríkisfelagsskapin.
Breddin - stroyming
Stroymingin av Breddanum, sum er ein sending um aktuel evni, ið verður send í útvarpinum týs-, hós- og fríggjadagar kl. 10.