- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin - stroyming
Bjørn Kalsø, bóndi og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, heldur, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lurtað alt ov lítið eftir bóndum og jarðareigarum, sum eka ferðavinnu í útjaðaranum.
Teir báðir kjakaðust í Breddanum um uppskotið um burðardygga ferðavinnu.
Umleið 100 hoyringarskriv eru komin í sambandi við viðgerðina av uppskotinum.
Náttúrugjaldið, sum útlendsk ferðafólk skulu rinda, tá tey koma til Føroya, verður helst hækkað, áðrenn uppskotið kemur í tingið.
Bæði heiti og upphæddin verða væntandi broytt, upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, í Breddanum.
Umleið 100 hoyringarskriv eru komin um uppskotið um burðardygga ferðavinnu.
Breddin - stroyming
Stroymingin av Breddanum, sum er ein sending um aktuel evni, ið verður send í útvarpinum týs-, hós- og fríggjadagar kl. 10.