Vit kunnu so nógv meira

Vit kunnu so nógv meira - 8. partur
24-10-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan úti á Bø á Eiði.

Jan Thomsen byrjaði sum sjómaður, men tá hann legðist upp á land og fór á læraraskúla fór hann at keypa jørð. Nú hevur hann góðar fimm merkur og umleið 160 áseyðir. Eisini hevur Jan tarvkálvar knýttar at garðinum og hann hevur eisini gæs. Jan Thomsen hevur tikið nýggja mátan at selja kjøt uppá til sín. Heldur enn at selja alt sum krov, selur hann í smáum og tað taka fólk ógvuliga væl ímóti.

Eitt sindur nærri bygdini er Olaf í Garði Joensen, einasti festari á Eiði, í ferð við at fletta sítt seinasta fjall sum festari í bygdini. Hann hevur verið festari í umleið 30 ár, men nú hevur hann gjørt av at siga festið, sum hevur verið í familjuni í fleiri 100 ár, frá sær. Tað verður ikki nakar av hansara egnu, sum tekur yvir, men tað verður tó í familjuni.

Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

Vit kunnu so nógv meira

Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini. Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar. Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir. Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.
Í hesari sendingini eru vit á vitjan á Kalsoynni, har vit fyrst vitja bóndan á Syðradali og síðan fara vit til Trøllanesar.
01-11-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan úti á Bø á Eiði.
24-10-2023
Í hesari sendingini vitja vit seyðabóndurnar Eyðstein Jensen, festari á Selatrað, og Jón Nónklett, festari í Lamba. Vit hitta eisini Øssur Sverrason Egholm.
17-10-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan í Streymnesi og í Leirvík.
10-10-2023
Í hesi sendingini eru vit á vitjan í Kvívík og á Velbastað.
03-10-2023
Í hesari sendingini tosa vit við Jóannes Johannesen, bónda í Miðstovu á Sandi, Ottar Hentze, bónda í Uttastovu á Sandi, og við Eynar Martin Kjærbo, á Hamarsgarði í Skálavík
26-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað. Í hesari sendingini tosa vit við Thorvald Lützen, sum nú er fyrrverandi bóndi í Syðradali á Streymoynni.
19-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
13-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
06-09-2023