Vit kunnu so nógv meira

Vit kunnu so nógv meira - 3. partur
19-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað. Í hesari sendingini tosa vit við Thorvald Lützen, sum nú er fyrrverandi bóndi í Syðradali á Streymoynni.

Thorvald fekk ógvuliga stutt skotbrá, tá hann tók við festinum, men hann valdi at siga ja og ta gerðina angrar hann seg ikki um. Broytingarnar í Syðradali hava verið stórar hetta tíðarskeiðið, meðan Thorvald hevur sitið við festinum, millum annað eru garðarnir báðir lagdir saman í eitt festi aftur, sum teir vóru fyri nógvum árum síðan, og tað ger tað nógv lættari at útvega stráfóður enn tað var frammanundan.

Eisini hevur Thorvald Lützen verið uppi í bóndafelagnum og í MBM, og vit tosa eisini um hvussu gongdin hevur verið á tí økinum, meðan hann hevur verið bóndi.

So hava vit verið inni á gólvinum hjá Hákuni Steingrímsson, stjóra í MBM, har vit skiftu orð um nýggju ostaframleiðsluna, sum skal byrja í Skálavík í næstum, har tey eisini fara at framleiða ís. Eisini tosa vit um, at MBM í smáum er farin undir at útflyta haldføra mjólk og aðrar haldførar mjólkarúrdráttir til Grønlands. Eydnast verkætlanirnar til fulnar kann mjólkarkvotan økjast við upp til tveimum milliónum litrum.

Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

Vit kunnu so nógv meira

Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini. Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar. Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir. Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.
Í hesari sendingini eru vit á vitjan á Kalsoynni, har vit fyrst vitja bóndan á Syðradali og síðan fara vit til Trøllanesar.
01-11-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan úti á Bø á Eiði.
24-10-2023
Í hesari sendingini vitja vit seyðabóndurnar Eyðstein Jensen, festari á Selatrað, og Jón Nónklett, festari í Lamba. Vit hitta eisini Øssur Sverrason Egholm.
17-10-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan í Streymnesi og í Leirvík.
10-10-2023
Í hesi sendingini eru vit á vitjan í Kvívík og á Velbastað.
03-10-2023
Í hesari sendingini tosa vit við Jóannes Johannesen, bónda í Miðstovu á Sandi, Ottar Hentze, bónda í Uttastovu á Sandi, og við Eynar Martin Kjærbo, á Hamarsgarði í Skálavík
26-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað. Í hesari sendingini tosa vit við Thorvald Lützen, sum nú er fyrrverandi bóndi í Syðradali á Streymoynni.
19-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
13-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
06-09-2023