Sement 2024 1:3 - beinleiðis á Reinsaríinum

Sement 2024 1:3 - beinleiðis á Reinsaríinum
13.04.2024 - 20:00

Kringvarpið sendir beinleiðis frá 1. umfari av tónleikakappingini Sement, sum verður hildin í Reinsarínum í Havn. Undanumfar í tónleikakappingin Sement, har fimm bólkar fara at kappast at koma í finaluna. Tónleikurin verður fjølbroyttur leygarkvøldið. Har verður alt frá hip hop og rokk til balladur og elektroniskan tónleik. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir, eldri og yngri. Bólkarnir, sum spæla 13. apríl eru: - Ókendir - Attika - Viðarr - Jákup Eli - Ingmar Ungdómstoymið Biit framleiðir beinleiðis sjónvarpssendingina. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774