Danska Eurovision-kreppan heldur fram

Danska Eurovision-kreppan heldur fram
Heldur ikki í ár eydnaðist tað danska umboðnum í Eurovision-sangkappingini at syngja seg í finaluna. Hyggjararnir vrakaðu SABA og hennara sang "Sands"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.05.2024 - 23:11

"Den danske Eurovision-nedtur fortsætter," staðfesti frásøgumaðurin og Eurovision-serfrøðingurin hjá DR, Ole Tøpholm, tá tað enn einaferð gjørdist greitt, at Danmark ikki slapp í finaluna í kendu sangkappingini. 

Hetta er fjórða árið ár rað, at danski sangurin ikki sleppur úr hálvfinaluni í sjálva finaluna. 

"Det Eurovision-hul, vi er havnede i, bliver dybere og dybere," kom tað rættiliga uppgevandi frá Ole Tøpholm. 

 

Tað riggar ikki hjá dønum

Danmark hevur tó longu nú meldað til Eurovision næsta ár, og fyrireikingarnar til donsku Melodi Grand Prix-undankappingini eru byrjaðar.

Danska Melodi Grand Prix'ið verður í Herning í mars næsta ár. 

Spurningurin er bara, hvat danir skulu gera fyri at røkka Eurovision-finaluna?

Í fjør sendu danir føroyska Reiley avstað til Liverpool við modernaða poppsanginum "Breaking My Heart". Tað riggaði ikki. 

Í ár høvdu danir sent SABA avstað við rættiliga trivaliga Eurovision-sanginum "Sands". Tað riggaði heldur ikki. 

 

SABA, ið vann á Janusi Wiberg Mortensen í Melodi Grand Prix'inum fyri at koma við til Eurovision-finalurnar í Malmø, tóktist standa seg hampiliga væl. Hon fekk eina góða móttøku í sjálvum salinum, men sjálvur sangurin hjá henni var eitt sindur trilvandi, og show'ið var eitt sindur tamt. 

 

G!-kenningur í finaluna

Betur gekk tað hjá norðurlendsku grannunum hjá Danmark, Noreg, ið hevði sent ein gamlan G!-kenning til Eurovision í Malmø. 

Gåte, ið spældi á G! festivalinum í 2005, og seinni eisini vitjaði aftur og spældi eitt brak av einari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, var sannførandi við sanginum "Ulveham" og kom eisini fult uppiborið í finaluna. 

 

Tey 10 londini, ið spældu seg í finaluna frá seinnu hálvfinaluni, vóru:

Letland: "Hallow" / Dons
Eysturríki: "We Will Rave" / Kaleen
Holland: "Europapa" / Josst Klein
Noreg: "Ulveham" / Gåte
Ísrael: "Hurricane" / Eden Golan
Grikkaland: "Zari" / Maria Satti
Estland: "(nendest) narkootikumidest ei tea me (küll) midagi" / 5MIINUST X Puuluup
Sveis:  "The Code" / Nemo
Georgia: "Firefighter" / Nutsa Buzaladze – Firefighter
Armenia: "Jako" / LADANIVA

 

Londini, sum komu víðari úr fyrru hálvfinaluni, vóru:

Serbia: “Ramonda” / Teya Dora
Portugál: “Grito” / Iolanda
Slovenia: “Veronika” / Raiven 
Ukraina: “Teresa & Maria” / Jerry Heil & alyona alyona
Litava: “Luktelk” / Silvester Belt
Finnland: “No Rules” / Windows95Man 
Kýpros: “Liar” / Silia Kapsis 
Kroatia: “Rim Tim Tagi Dim” / Baby Lasagna 
Írland: “Doomsday Blue” / Bambie Thug
Luksemburg: “Fighter” / Tali 

 

Londini, ið vóru sjálvskrivaði í Eurovision-finaluni:
Svøríki: "Unforgettable" / Marcus & Martinus (vertur)
Frakland: "Mon amour" / Slimane (Big-5)
Spania: "Zorra" / Nebulossa (Big-5)
Bretland: "Dizzy" / Olly Alexander (Big-5)
Týskland: "Always on the Run" / Isaak (Big-5)
Italia: "La noia" / Angelina Mango (Big-5)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283