Eftirlýsir fleiri tíggjumannafør

Eftirlýsir fleiri tíggjumannafør
Venjarin hjá Klaksvíkar Róðrafelag, sum í ár fer at venja tvey tíggjumannafør, vil hava kapping og spyr, hvar hini tíggjumannaførini í landinum eru
25.03.2024 - 15:18

Høvuðsvenjarin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eftirlýsir fleiri tíggjumannafør í føroyskum kappróðri.

- Her sær út til, at einki hendir. Tað er eingin, sum torir at taka avbjóðingina upp, ella er tað eitthvørt í feløgunum og nevndunum, sum ikki megna uppgávuna, sigur Magnus Norðberg, sum í ár venur tvey tíggjumannafør í Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíking og Nólsoyar Páll. 

 

Ongin 'hugnaklubbur'

Magnus Norðberg heitir á feløgini um at manna tíggjumannafør, og finst at arbeiðnum, sum nevndirnar gera.

 - Hetta er ikki ein hugnaklubbur, har mann leigar neystið út til onnur endamál, sigur venjarin.

 - Tað snýr seg um kappróður, og misskilir nevndin tað, so er at skifta hana út, heldur Magnus Norðberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774