- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt tøkugjald hvørki trygt ella gagnligt
Karmarnir, sum breiða semjan er um og eru í nýggja uppskotinum um tøkugjald, eru hvørki tryggir ella gagnligir.
Tað sigur Havbúnaðarfelagið í sínum drúgva hoyringarskrivi.
Felagið undrast á, at vinnan als ikki hevur verið partur í viðgerðini, nú
grundleggjandi broytingar skulu gerast í lógini um tøkugjald.
Tað heldur ikki, at uppskotið hjá samgonguflokkunum og Sambandsflokkinum er eitt stig rætta vegin.
Størri skatt enn kappingarneytar
Havbúnaðarfelagið sigur, at føroyska alivinnan verður harðari skattað enn kappingarneytarnir í Noregi og Íslandi.
Og kappingarførið versnar, sigur Havbúnaðarfelagið.
Orsøkin er, at tøkugjaldið er grundað á søluprís.
Tá fer tað at hækka so hvørt sum inflatión og príshækkingar eru, uttan at marginan
hjá alifeløgunum veksur.
Ov stórt tøkugjald ávirkar møguleikarnar hjá alivinnuni at gera íløgur, sigur Havbúnaðarfelagið eisini.
Hoyringarfreistin um tøkugjaldið er farin.