Fýra av fimm luttakarum komu í Sement-finaluna

Fýra av fimm luttakarum komu í Sement-finaluna
Ragnar Finsson og Gówa spældi seg beinleiðis í Sement-finaluna, meðan Ester Skála og Ása Brynjarsdóttir fingu hvør sítt wildcard til finaluna
Ragnar Finsson vann seg beinleiðis í Sement-finaluna
 
21.04.2024 - 15:08

Annað Sement/undanumfarið var í Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið, og tað varð eisini sent beinleiðis í sjónvarpinum. 

Fimm nøvn luttóku: 

  • Ester Skála
  • Volapuck
  • Ragnar Finsson
  • gówa
  • Ása Brynjarsdóttir

Støðið var munandi hægri í hesum seinna undanumfarinum, og tá avtornaði høvdu dómararnir eisini sent fýra av teimum fimm í finaluna. Volapuk var einasti luttakarin, ið ikki slapp í finaluna.

 

Tvey wildcards

Dómararnir sendu Ragnar Finsson og Gówa beinleiðis í finaluna.

Men av tí, at talið av luttakarum í ár hevur verið væl lægri enn undanfarin ár, tá tað ofta hava verið trý undanumfør, og harvið seks finaluluttakarar, valdu dómararnir at lata tvey sokallað wildcards. Tey fingu Ester Skála og Ása Brynjarsdóttir, ið báðar luttóku í seinnu undanumfarin í gjárkvøldið.


Lagt er tískil upp til eina spennandi finalu, har luttakararnir eru:

  • Jákup Eli
  • Ókendir
  • Ester Skála
  • Ragnar Finsson
  • gówa
  • Ása Brynjarsdóttir

Tað vil siga, at av teimum níggju Sement-luttakarunum, komu seks í finaluna. Tað eru 66 prosent. 

Dómararnir til Sement 2024 eru: Dania O. Tausen, Mathias Kapnas, Sunneva Háberg Eysturstein, Eiler Sørensen og Allan Tausen.

Semenet-undanumførini kunnu síggjast her á heimasíðu Kringvarpsins. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444