Symfoniorkestrið og Eivør í høllini hjá DR

Symfoniorkestrið og Eivør í høllini hjá DR
Føroyska symfoniorkestrið skal spæla í konserthøllini hjá DR tann 10.august
Bernhardur Wilkinson stjórnar Symfoniorkestrinum í konserthøllini hjá DR 10.august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.04.2024 - 06:20

Føroyska symfoniorkestrið skal spæla í konserthøllini hjá DR tann 10.august.

Eivør Pálsdóttir verður solistur.

Hetta er fyrstu ferð, Symfoniorkestrið spælir í høllini hjá DR. 

Symfoniorkestrið bleiv 40 ár í fjør.  

Sambært DR er konsertskráin longu gjørd.

Orkestrið skal millum annað frumframføra verkið hjá Sunleifi Rasmussen Tónar úr innastu tøgnini - In memoriam Gunnar Hoydal.

Gamlir føroyskir sálmar og sangir hjá Eivør og Marjuni Syderbø Kjelnes, sum Trondur Bogason hevur úsett, eru á skránni fyri steðgin.

Eftir steðgin spælir orkestrið fimtu symfoni hjá Tjajkovskij.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774