Nevndarlimur í Lærarafelagnum undrast yvir landsroynd í náttúru og tøkni

Nevndarlimur í Lærarafelagnum undrast yvir landsroynd í náttúru og tøkni
Landsroyndir eru kring landið í vikuni. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, undrast yvir, at tað verður hildið fast við landsroyndunum í náttúru og tøkni. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
17.04.2024 - 10:18

Landsroyndir eru kring landið í vikuni. Tað eru næmingar í 4. og 6. flokki, sum eru til roynd. Aftur hesa ferð eru royndirnar í føroyskum, støddfrøði og náttúru & tøkni. 

Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, undrast yvir, at tað verður hildið fast við landsroyndunum í náttúru og tøkni. 

- Eg havi ómetaliga trupult við at skilja, hví hendan lærugreinin er við. Náttúrufakini eru so ómetaliga fjølbroytt. Tað eru nærum óendaliga nógv evni, vit kunnu arbeiða við, samstundis, sum tað eftir míni sannføring er eitt fak, har tú skalt læra arbeiðshættir heldur enn uttanatslæru, ella at læra at sláa upp í eini bók, sigur Jona Højsted við Skúlablaðið. 

Hon vísir samstundis á, at royndir kunnu vera góðar, tá tær kunnu brúkast til okkurt skilagott, men tað finnast eisini royndir, ið køva meiri enn tær gagna. Landsroyndin í náttúru & tøkni kemur undir tað seinna, sigur nevndarlimurin í lærarafelagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281