FarCargo fær endaligt loyvi í Vágum 1. mai

FarCargo fær endaligt loyvi í Vágum 1. mai
Fyribilsloyvið, sum flogvøllurin hevur havt til Boeing 757-200-flogførini, er galdandi til í morgin, 30. apríl
Flogfarið hjá FarCargo hevur havt fyribilsloyvi at seta seg í Vágum, men nú fær flogvøllurin endaligt loyvi til flogfør av hesum slagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2024 - 12:20

1. mai kemur loyvið, sum Vága floghavn hevur fingið til flogfør av slagnum Boeing 757-200, í gildi.  

Flogfarið hjá FarCargo er av tí slagnum.

Og veingirnir á tí eru nakrar metrar longri enn Vága floghavn hevði loyvi til. Flogvøllurin fekk fyribils loyvi fyri einum góðum mánaði síðani.

Tað er galdandi til í morgin, 30.apríl í ár.

 

C-loyvi

Vága floghavn hevur eitt sokallað C-loyvi.

Boing 757-200 er í D-bólkinum, tað minsta í tí bólkinum.

Nú hevur danska ferðslustýrið givið Vága floghavn eitt D-loyvi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949