Fótbóltur: Føroyar taptu tepurt á Kreta

Fótbóltur: Føroyar taptu tepurt á Kreta
Bert eitt brotssparksmál var á muni, tá føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum tapti fyri Grikkalandi á útivølli í fyrsta dystinum í nýggju EM-undankappingini
Heidi Sevdal og liðfelagarnir taptu tepurt í fyrsta EM-undankappingardystinum
Mynd: Maria Vergeti  
 
06.04.2024 - 08:45

Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar taptu tepurt fyri Grikkalandi í fyrsta dystinum í hesi EM-undankappingini.

Einasta málið í dystinum kom upp á brotsspark 10 minuttir eftir steðgin. Tað var Veatriki Sarri, sum avgjørdi fyri grikkar, sum eru sterkasta liðið í bólkinum sambært FIFA-styrkislistanum.

 - Eg eri sum heild væl nøgd við stórar partar av dystinum. Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna, segði venjarin Signe Pries Andersen við fsf.fo.

Føroyska liðið var væl við í dystinum, sum var altjóða skrásetti dystur nummar 100 hjá føroysku kvinnunum, og ørkymlaðu heimaliðið í fyrra hálvleiki. Bestu føroysku royndina átti Ásla Johannesen, men skot hennari rakti stongina. Eftir steðgin var heimaliðið sum heild omaná.

Týsdagin spæla Føroyar ímóti Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica. Fríggjadagin vann Montenegro 6-1 á heimavølli móti Andorra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Samværi 035 - at sameina
175143
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958