Fótbóltskvinnurnar fara undir nýggja EM-undankapping

Fótbóltskvinnurnar fara undir nýggja EM-undankapping
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fara nú undir nýggja EM-undankapping. Kringvarpið stroymir fyrsta dystin, sum er á útivølli móti Grikkalandi
Føroysku kvinnurnar hava verið á Kreta síðan týsdagin
Mynd: Jakoba Svensdóttir / FSF  
 
05.04.2024 - 12:42

Tað er nummar 60 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 110, tá Grikkaland og Føroyar spæla fyrsta dystin í nýggjari EM-undankapping á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum á Kreta fríggjakvøldið.

Hini bæði liðini í bólkinum hjá Føroyum eru Montenegro og Andorra eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta seinnapartin týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni, sum hava verið í góðum umstøðum, og í góðum veðri, samanborið við kuldan og kavan í Føroyum, skrivar fsf.fo.

EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á kvf.fo.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 9. apríl, tá Føroyar møta Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958