BEINLEIÐIS FÓTBÓLTUR: Grikkaland - Føroyar (EM-undankapping, kvinnur)

BEINLEIÐIS FÓTBÓLTUR: Grikkaland - Føroyar (EM-undankapping, kvinnur)
Í kvøld fer føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum undir nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli ímóti Grikkalandi, og hann kann síggjast her
 
05.04.2024 - 17:25

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Grikkalandi.

Í kvøld klokkan 18:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingina til evropameistaraheitð, sum verður í Sveis í juli í 2025. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.

HYGG AT DYSTINUM HER:

Føroyar leggja fyri á útivølli ímóti Grikkalandi, og nú er greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu eru, ið Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, sendir á vøllin frá byrjan.

Valborg Østerø verður í mál, og verjuna manna Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen. Á føroyska miðvøllinum vera Jensa Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen, og framrættaðu spælararnir eru Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.

Á bonkinum sita Eyðgerð Mikkelsen, Fridrikka Clementsen, Malena Olsen, Durita Hummeland, Tóra Mohr, Sanna Svarvadal, Lea Lisberg og Mona Rasmusdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958