Nógvir eldsbrunar, men eingin samanhangur

Nógvir eldsbrunar, men eingin samanhangur
Seinastu tveir mánaðirnar hevur politiið fingið óvanliga nógvar fráboðanir um eld
28. februar var eldur í City Church í Havn - ikki eina ferð, men tvær ferðir.
 
27.03.2024 - 17:00

At síggja til er ongin samanhangur millum eldsbrunarnar, sum hava verið um landið í seinastuni. 

Seinastu tveir mánaðirnar hevur politiið fingið óvanliga nógvar fráboðanir um eld. Men Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá politinum, sigur, at politiið  arbeiðir ikki út frá, at nakar samanhangur er millum eldsbrunarnar.

11. februar var eldur í miðnámsskúlanum á Kambsdali. Har varð skjótt staðfest, at eldurin stavaði frá eini eltalvu.

23. februar var eldur í Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík, og fimm dagar seinni, 28. februar, var eldur í City Church í Havn - ikki eina ferð, men tvær ferðir.

Hálva triðju viku seinni, 18. mars, var eldur í Pizza no.1 í Havn. Og dagin eftir var boðað frá eldi í einum tilbygningi til eini sethús á Viðareiði.

Beint fyri ársskiftið, 29. desember, var eisini eldur í einum goymslubygningi hjá Vágs skipasmiðju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098