Føroysk revsilóg skal vera føroysk

Føroysk revsilóg skal vera føroysk
Tað heldur Løgmálaráðið, sum saman við Fróðskaparsetrinum hevur ráðstevnu um revsilógina 8. mai
Revsilógin skal byggja á føroysk viðurskifti, heldur Løgmálaráðið.
 
23.04.2024 - 06:21

Hóast revsilógin nú er á føroyskum, byggir hon framvegis í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. 

Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska. 

Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelagi.

Tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka.

Tað heldur Løgmálaráðið, sum saman við Fróðskaparsetrinum hevur ráðstevnu um revsilógina 8. mai.

Og ætlanin er eisini, at revsilógin skal føroyskast, tað er, at lógin fer at byggja á føroysk viðurskifti, sigur Løgmálaráðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444