Arnbjørn debutmál i sannførandi sigri á Liktinstein

Arnbjørn debutmál i sannførandi sigri á Liktinstein
Arnbjørn Svensson skoraði mál í sínum fyrsta landsdysti, meðan Pætur Petersen og Adrian Justinussen eisini komu á máltalvuna í fýra máls sigrinum
Pætur Petersen skoraði tvey mál ímóti Liktinstein
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
22.03.2024 - 19:35

Arnbjørn Svensson skoraði í sínum fyrsta dysti fyri fótbóltslandsliðið, sum vann sannførandi á Liktinstein í venjingardysti í Spania.

Pætur Petersen (2) og Adrian Justinussen skutu hini málini í 4-0 sigrinum í Marbella.

 

Væl frá byrjan

Føroyska liðið, sum er eitt sindur skert til hesar venjingardystirnar, hevði tørv á viðgongd, og hon kom beinanvegin, tá Pætur Petersen skoraði sítt fyrsta landsliðsmál longu í 3. minutti.

KÍ-framherjin skuldi ikki bíða leingi eftir nummar tvey. Tað fekk hann í yvirtíðini av fyrra hálvleiki, tá hann vísti góðan bóltførleika inni í málteiðnum.

Adrian Justinussen byrjaði inni og spældi ein góðan dyst á føroyska miðvøllinum. Hann fekk eisini sítt fyrsta landsliðsmál, tá Brandur H. Olsen sendi hann leysan.

Í yvirtíðini skoraði innskifti Arnbjørn Svensson eftir horna úr høgru, sum Andrias Edmundsson skallaði yvirum aftur.

 

Góð upphiting til Danmark

Sum heild var talan um fínt avrik, har fleiri fingu víst seg fram. Eingin fekk skaða, og nú ræður um at gera seg til reiðar til dystin ímóti Danmark á Brøndby Stadion týskvøldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297