Fegnast um viðurkenning av broti á kappingarlóg

Fegnast um viðurkenning av broti á kappingarlóg
- Vit fegnast um, at Føroya Tele hevur viðurkent, at tey hava brotið kappingarlógina.
Gudny Langgaard fegnast um, at Føroya Tele hevur gjørt semju við Kappingareftirlitið
 
21.03.2024 - 19:12

Tað sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema, nú semja er gjørd millum Føroya Tele og Kappingareftirlitið.

Tað kostaði Nema rættiliga nógv, tá ið fjarskiftisfyritøkan í apríl 2018 kom við einum nýggjum tilboði um at flyta óbrúkt data til næsta mánað, og Føroya Tele svaraði aftur bara eina viku seinni við at bjóða sínum kundum ókeypis 100 GB dáta til árslok. Nema segði seg síðani vera noytt at bjóða sama tilboð fyri ikki at missa kundar. 

Nema klagaði til Kappingareftirlitið, og Føroya Tele hevur nú gjørt semju við Kappingareftirlitið, har fjarskiftisfyritøkan váttar, at hon hevur brotið kappingarlógina við at misbrúka sína ráðandi marknaðarstøðu mótvegis Nema. Føroya Tele hevur játtað at rinda eina bót í hesum sambandi. Kappingareftirlitið ásetti tá bótina til 18 milliónir krónur, men Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum, sigur, at bótin er væl minni, uttan tó at vilja siga upphæddina.  


 

21032024_NEMA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843