Mæla frá at hækka sýnsgjøld

Mæla frá at hækka sýnsgjøld
Vinnunevndin hevur eisini skrivað álit um at koyra ávirkað ella ávirkaður av kannabisi
Løgtinginum dámar einki, at sýnsgjøld hækka.
 
07.05.2024 - 06:38

Meirilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum heldur, at tá akfør, sum viga meira enn 3,5 tons, vera sýnað, eigur tað at kosta minni, enn landsstýrismaðurin í ferðslumálum heldur.

Dennis Holm heldur, at sýnið eigur at kosta 500 kr. 

Samgongufelagar hansara í vinnunevndini og Sambandsflokkurin halda, at tað eigur at kosta 350 kr. 

Fólkaflokkurin mælir til at strika allar avgjaldshækkingar, tað er gjald fyri øll sýn,  
í uppskotinum hjá landsstýrismanninum um broytingar í ferðslulógini.

Hækkingin í uppskotinum er 40 prosent. 

Fólkaflokkurin hevur broytingaruppskot um, at ásetingarnar um revsing og avgjaldshækkingar vera strikaðar, so revsing og avgjøld eru tey somu sum nú.

Rúsevnakoyring

Vinnunevndin hevur eisini viðgjørt eitt uppskot hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um rúsevnakoyring.

Í uppskotinum verður mælt til at hækka revsingina fyri at koyra ávirkað ella ávirkaður av kannabisi.

Mælt verður eisini til at kunna avgreiða slík mál uttan rættarsókn.

Andstøðan í vinnunevndin tekur undir við uppskotinum.

Tað ger samgongan eisini, men heldur, at landsstýrið eigur at gera slíkar broytingar.

Og hon mælir til, at landsstýrið kemur við slíkum uppskoti í heyst, - einum uppskoti, sum lógartænastan hevur kannað og sum hevur verið til hoyringar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Nýggjastu sendingar í SV