Oyggjaleikirnir í Føroyum við føroyskum høvuðsstuðli

Oyggjaleikirnir í Føroyum við føroyskum høvuðsstuðli
Oyggjaleikirnir í Føroyum fáa helst føroyskan høvuðsstuðul. Oyggjaleikanevndin hevur ilt við at finna langtíðarstuðul, eftir at enski bankin Natwest hevur takkað fyri seg
22.04.2024 - 10:52

Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2027 fáa helst føroyskan høvuðsstuðul.

Enski bankin Natwest hevur verið høvuðsstuðul hjá Oyggjaleikunum í 24 ár, men hevur takkað fyri seg, og altjóða oyggjaleikanevndin hevur ilt við at finna nýggjan langtíðarstuðul.

Tí er sannlíkt, at hvørjir einstakir leikir fáa sín egna høvuðsstuðul. 

 - Tað kann gott henda, sigur formaðurin í altjóða Oyggjaleikanevndini, Jörgen Pettersson.

 - Tað er helst eisini lættari hjá vertsoyggjunum at kenna møguligar høvuðsstuðlar, enn at vit skulu hava ein stuðul, sum til dømis hóskar til bæði Føroyar og Bermuda.

Altjóða oyggjaleikanevndin vitjaði í Føroyum um vikuskiftið í samband við, at Oyggjaleikirnir vera í Føroyum um góð trý ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444