|
- am. krígsdrama frá 2001, óhósk. fyri børn
Tíðliga sunnumorgunin tann 7. des. 1941 leypa japansk flogfør á tann amerikanska herflotan Pearl Harbor á Hawaii, fáar minuttir seinni stendur alt í ljósum loga.
Rafe McCawley og Danny Walker (Ben Affleck og Josh Hartnett), flogskiparar og barndómsvinmenn, royna at verja herflotan móti japanarum, í flogførum teirra í luftini, men hóast tað, eru herskipini í havnini í sorli. Nú er USA við í seinna heimsbardaga, og teir báðir hevndar- og stríðshugaðu flogskipararnir stríðast av øllum alvi í krígnum. Og báðir verða forelskaðir í vøkru sjúkrasystrini Evelyn Johnson (Kate Beckinsale).
Upprunaheiti: Pearl Harbor
Leikarar: Rafe McCawley: Ben Affleck, Danny Walker: Josh Hartnett og Evelyn Johnson: Kate Beckinsale. Doris Miller: Cuba Gooding Jr.. Franklin D. Roosevelt, forseti: Jon Voight. James Doolittle: Alec Baldwin. Earl Sistern: Tom Sizemore.
Leikrit: Randall Wallance.
Leikstjórn: Michael Bay.
Framl.ár: 2001.
Aldursmark: 11 ár.
|