OyL 2027: Føroyar til reiðar at trýsta á knøttin

OyL 2027: Føroyar til reiðar at trýsta á knøttin
Føroyar vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2027, og umstøðurnar eru sera góðar. Tað er niðurstøðan hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, sum hevur verið á eftirlitsvitjan
22.04.2024 - 20:20

Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya í 2027, og umstøðurnar at hava leikirnar eru sera góðar. 

Tað er niðurstøðan hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, sum hevur verið í Føroyum á eftirlitsvitjan síðstu dagarnar.

 - Føroyar eru meir enn til reiðar, sigur formaðurin í IIGA, Jörgen Pettersson.

 - Føroyar eru í tí góðu støðu, at hava umstøður til ítrótt, sum munnu teljast ímillum tær bestu, sum vit hava, í oyggjaleikafamiljuni.

 

Leikirnir koma heim

Jörgen Pettersson er úr Álandi og spældi á flogbóltslandsliðnum á fleiri av fyrstu Oyggjaleikunum - eisini teimum í Føroyum í 1989. Hann fegnast um, at leikirnir nú koma til Føroya fýra ár fyrr enn upprunaliga ætlað, eftir at Ynys Môn tók sítt boð aftur. 

 - Vit koma onkursvegna heim aftur, nú Føroyar aftur vera vertir fyri Oyggjaleikunum, og eg fegnist um, at Føroyar tóku ábyrgd og bjóðaðu seg fram, sigur formaðurin í IIGA.

Nú ræður um hjá føroysku fyriskiparunum at tryggja innivist til tey mongu túsund, sum koma til leikirnar, og annars fylgja við, hvussu kappingarnar eydnast á Orknoyggjunum, har leikirnir vera næsta summar, sigur formaðurin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444