Ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum

Ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum
Ein bilur rendi á listarverkið, í sjálvari rundkoyringini niðri í tunlinum
 
25.04.2024 - 13:00

Stutt fyri døgurða hendi eitt ferðsluóhapp niðri í Eysturoyartunlinum. Ein bilur rendi á listarverkið, í sjálvari rundkoyringini niðri í tunlinum.

Løgreglan fekk fráboðan um óhappið klokkan 11:35. 

Eysturoyartunnilin varð stongdur eina lítla løtu, so neyðsynjarakfør kundu sleppa ótarnað framat. Men tunnilin var latin upp aftur fyri ferðslu lítla løtu seinni.

Ein einsamallur, eldri maður var í bilinum. Hann var við vit, men var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

Enn veit løgreglan ikki, hví bilurin rendi á rundkoyringina niðri í Eysturoyartunlinum.

Greitt er, at listarverkið hjá Tróndi Patursson hevur fingið skaða, men er óvist, hvussu nógvan skaða tað hevur fingið. Eisini fekk bilurin nakað av skaða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444