16 gullheiðursmerki í Íslandi

16 gullheiðursmerki í Íslandi
Føroyskir svimjarar vunnu 35 heiðursmerkir í Hafnarfirði í Íslandi um vikuskiftið
 
05.05.2024 - 17:04

Níggju masterssvimjararnir úr Havnar Svimjifelag vóru við á árligu íslendsku masterstevnuni, Garpamót. 

Tá ið avtornaði høvdu føroyingarnir vunnið 35 heiðursmerkir - 16 gull, 11 silvur og 8 bronsu - og Havnar Svimjifelag gjørdist nummar trý av teimum tólv luttakandi feløgunum.

Jon Hestoy vann seks gull, Eyðun Húsgarð trý, Aksel Haraldsen og Árni Winther tvey hvør og Erling Eidesgaard eitt gull.

Føroyingarnir vunnu eisini gull í 4 x 50m frí og 4 x 50m blandað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403