Umhugsar at krevja endurgjald fyri varðhald av órøttum

Umhugsar at krevja endurgjald fyri varðhald av órøttum
Maðurin, sum fekk fýra mánaða fongsulsrevsing í stóra hassjmálinum, sat meira enn dupult so nógvar mánaðir í varðhaldi
Maðurin fekk fýra mánaðir í Føroya rætti. Tá hevði hann verið átta mánaðir í varðhaldi.
 
30.04.2024 - 06:14

Maðurin, sum fekk fýra mánaða fongsulsrevsing í stóra hassjmálinum, sat meira enn dupult so nógvar mánaðir í varðhaldi.

Verji hansara, Jens Rask, væntar, at maðurin fer at søkja um endurgjald fyri at vera varðhaldsfongslaður av órøttum.

Men avgerð er ikki tikin um tað enn.

Freistin at søkja um endurgjald er tveir mánaðir. 


Endaligur dómur

Málið fer ikki í Landsrættin, so dómurin hjá Føroya rætti er endaligur.

Maðurin, sum er úr Litava, er sagdur úr Føroyum og kann ikki koma higar tey næstu trý árini.

Hann er farin úr Føroyum.

Kravið um endurgjald verður sent statsadvokatinum. 

Sigur hann nei, kann tann avgerðin kærast til ríkisadvokatin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216