Beinleiðis tulking ikki loyvd frá fólkatingsins røðarapalli

Beinleiðis tulking ikki loyvd frá fólkatingsins røðarapalli
Formansskapurin í fólkatinginum vil ikki loyva Aki-Matildu Høegh-Dam, fólkatingskvinnu, at brúka samstundistulking, simultantulking, tá talað verður á røðarapallinum.
 
24.04.2024 - 08:40

Formansskapurin í fólkatinginum vil ikki loyva Aki-Matildu Høegh-Dam, fólkatingskvinnu, at brúka samstundistulking, simultantulking, skrivar KNR.

Flokkur hennara, Siumut, royndi seg í síðstu viku, tá kjak var í fólkatinginum, við samstundistulking á Facebook. Men hesum vil formansskapurin ikki loyva.

- Eg eri sera vónbrotin um svarið frá formanskapinum. Samstundistulking hevur altíð verið eitt aðalmál hjá okkum, segði Aki-Matildu Høegh-Dam við miðilin KNR. 

Flokkarnir hjá fólkatingslimunum úr Grønlandi og Føroyum fáa annars 67.000 kr. um mánaðin til tulk og umseting. Hetta verður gjørt, so fólkatingfólkini kunnu tosa grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum. Stuðulin er markaður til umseting.

Stuðulin kemur eftir eina hending 12. mai í fjør, tá Aki-Matilda Høegh-Dam tosaði grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli.

Umframt stuðulin, vera skrivligar frágreiðingar, so sum røðan, sum forsætismálaráðharrin heldur, tá fólkatingssetan byrjar, og árliga frágreiðingin um ríkisfelagsskapin og Arktis, umsettar. Eisini mál um grønlendsk og føroysk viðurskifti vera umsett. 

Alt um fólkatingsarbeiðið og, hvussu fólkastýrið er skipað, verður eisini á grønlendskum og føroyskum á heimasíðan hjá fólkatinginum.

Og fólkatingslimir og starvsfólkini hjá fólkatinginum skulu á skeið um grønlendsk og føroysk viðskifti, so sum søgu og mentan.

Millum annað er árliga frágreiðingin um ríkisfelagsskapin hjá Mette Frederiksen, forsætismálaráðharra, á føroyskum og grønlendskum á heimasíðu fólkatingsins. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444