Stórur áhugi fyri mati frá øðrum londum

Stórur áhugi fyri mati frá øðrum londum
Fleiri enn 500 fólk vóru í kvøld til integratiónstiltak á Toftum, har høvi var at smakka mat frá átta ymiskum londum
03.05.2024 - 19:40

Tilflytarar í Nes kommunu borðreiddu í kvøld ymiskt av tí, sum tey vanliga eta í teirra heimlandi. 

Áhugin var sera stórur. Fleiri enn 500 fólk nýttu høvi at fáa ein bita í tjaldinum á kaiini á Toftum.

- Tað hevur stóran týdning at fáa tilflytararnar við í tiltøk, so vit eisini møta teimum og læra meira um teirra mentan og koma teimum nærri, sigur Maja Jakobsen, sum er ein av teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi. 

Á tiltakinum vóru fólk, sum upprunaliga koma úr USA, Italia, Kili, Nepal, Filipsoyggjum, Suðurkorea, Ukraina og borðreiddu við ymiskum leskiligum. 

 

Integratiónin skal styrkjast

- Vit skulu vera dugnaligari at taka ímóti tilflytarum og flóttafólki.

Tað sigur Durita Kastalág, integratiónsvegleiðari í Útlendingastovuni

Í dag vóru 90 føroyingar á skeiði á Hotel Hafnia at læra meira um integratión. Útlendingastovan skipaði fyri.

- Tað eru týdningarmikið at hava góðar skipanir at taka ímóti tilflytarum, sigur Mette Fenger, leiðari í Livsværkstederne í Gellerup í Danmark. Hon var ein av undirvísarunum.

Hon hevur fleiri enn 30 ára royndir at arbeiða við tilflytarum í Danmark og hevur undirvíst føroyingum í integratión nakrar ferðir áður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216