vit_submenu_uv

knappatelefonir.jpg

Dansa í fríkorterinum og knappatelefonir

Vit eru í skúlanum við Løkin og í Tofta skúla

Í fríkorterinum í skúlanum við Løkin dansa tey. Og í 3.flokki í Tofta skúla hava tey knappatelefonir

 

Aðrir partar

Vit vitja í Skála skúla

Í 5.flokki í Skála skúla eru sjey næmingar. Tey vunnu Skúlaleikir 2024. Eisini hoyra vit um, hvussu gekst 6.flokki.

Sound of music til jólahaldið

Tey í 7.flokki í Hoyvíkar skúla gera film til jólahaldið. Í ár er tað Sound of music.

Næmingaráðið í Fuglafirði skipar fyri.

Í Fuglafjarðar skúla skipa tey í næmingaráðnum fyri tiltaki í samband við Altjóða barnarættindadagin. Tey hava bjóðað øllum næmingaráðunum, sum eru í føroyska fólkaskúlanum til Fuglafjarðar - at læra meira um barnarættindi og barnarættindasáttmálan. Hanna Vang og Djóni Nolsøe Joensen fara at greiða frá. Her verður tónleikur, sangur og spøl og ymiskt annað.

4.b í Eysturskúlanum í Havn

Í barnaútvarpinum eru vit í Eysturskúlanum og fara at hoyra um kappingina - Ársins Vitanarfróðu.

Konsert í Norðurlandahúsinum 3. desember

Vit senda barna og familjukonsertina við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson. Mikkjal Davidsen er solistur.
Jólakórið er Stella og Nova, sum eru barna- og ungdómskórini úr Tórshavnar Musikkskúla í aldrinum 9-16 ár. Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen og Joanna Johansen. Eva á Rógvi er vertur. Dánjal Tavsen er tøkningur.

Næmingar í skúlanum á Fløtum

Í barnaútvarpinum í dag eru vit í Sjónleikarahúsinum í Havn. Her eru fleiri enn 300 børn, sum ganga í
forskúlanum og í 1.2. og 3.flokki í skúlanum á Fløtum komin saman at kvøða og dansa. Einaferð um vikuna í
januar hava tey øll dansað saman í skúlanum, men í gjár dansaðu tey í sjónleikarahúsinum seinastu ferð
áðrenn føstulávint.

Vit hoyra um hvussu tað er at búgva í Nuuk

Vit vitja Miriam, Markus og inga

Vit vitja Inga, Markus og Miriam

Tey búgva í Nuuk

Vit eru á bókasavninum á Skúlatrøð

Á Skúlatrøð hava tey tiltakið - Bint frið, hvønn mikudag.

4. flokkur í skúlanum á Argjahamri er farin at rudda.

Tey finna mangt og hvat so vit fara eisini ein túr inn á Umhvørvisstovuna

Børn á Glyvrum greiða frá og syngja

Í skúlanum á Glyvrum hava tey havt evnisdagar um børn úr heimsins londum. Vit fara at hoyra børn í 1.flokki greiða frá og tey fara eisini at syngja fyri okkum. Eisini eru vit til sangløtu í forskúlanum og tey fara at syngja góðan dag á fimtan málum.

Vit eru við til venjing í Klaksvík

Í Barnaútvarpinum hoyra vit um Fimleikafagnaðin 2023. Nøkur úr Klaksvíkar Fimleikafelag fara at greiða frá.

Vit hoyra søguna um Merkið, um tjóðsangin og um Vinni Vespu

Á flaggdegnum hoyra vit søguna um Merkið - Jógvan Arge fer at greiða frá. Bergljót av Skarði sigur søguna um tjóðsangin. At enda hoyra vit søguna - Vinni Vespa.

Um dans, grýlur og klarinett

Erlendur Simonsen, Símun Hansen og Jón Durhuus sum dáma væl at dansa, hava verið úti á skúlum og lært børnini at dansa, soleiðis, at tað er stuttligt at kvøða. Eisini hoyra børnini søgur. Í dag eru vit við í skúlanum við Løgmannabreyt. Eisini fara børnini at siga sína hugsan um føstulávint.

Vit eru í Lamba

Vit fara at hoyra um Norsku Løvu, um bókina - Gullleyvan og um mentanravikuna í Runavíkar kommunu.

Vit vitja í 1. flokki í Leirvíkar skúla

Tey hava Harry Potter klubb í Leirvík, í Norðagøtu og í Syðrugøtu. Sunnudagin hava tey eitt stuttligt Harry Potter tiltak í Losjuni í Gøtu,

Vit hoyra um talv

Helgi Dam Ziska er stórmeistari í talvi og hann fer at greiða frá

Næmingar í 3. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt práta um hondbólt.

Vit tosa um føroyska hondbóltslandsliðið.

Vit vitja 2.flokk í Fuglafjarðar skúla

Í 2.flokki í skúlanum í Fuglafirði spæla næmingarnir horn. Hvønn týsdag er Johan Hentze tónleikalærari í skúlanum og lærir tey at spæla. Í gjár vóru vit og vitjaðu 2.flokk í Fuglafjarðar skúla, tá ið tey vandu, tí fríggjadagin eru tey við á musikstevnevnuni í Fuglafirði.

Vit eru við til venjing

Í barnaútvarpinum í dag eru vit á Skúlatrøð í Klaksvík. Her eru rættiliga nógvir næmingar, sum eru við í hornorkestrinum á Skúlatrøð. Tey venja, spæla konsertir og eftir summarfrítíðina fara tey til Skotlands á konsertferð.

Lesimaraton við Løkin og páskaprýði á Glyvrum

Vit hoyra um innsavning till Beran. Tey í 5.flokki í skúlanum við Løkin skipa fyri lesimaraton. Í Glyvra skúla gera tey vakurt páskaprýði at selja.

Tey leikandi fara at greiða frá

Í barnaútvarpinum hesa ferð fara vit at hoyra um Klótuklubban, sum er ein útvarpsleikur í níggju pørtum. Røddirnar eru børn og starvsfólk í skúlanum við Løkin. Tey fara at greiða frá og Elin á Rógvi og Høgni Fagraberg fara at greiða frá ljóði og øðrum.

Vit eru í Norðurlandahúsinum

700 næmingar í 4. 5.6. og 7.flokki eru í Norðurlandahúsinum, tí har er kvæðstevna. Næmingar úr øllum landinum eru komin saman at dansa, kvøða, kappast, spæla og at lurta eftir áhugaverdum søgum og tónleiki.

Tey hava gjørt eitt bókatræ

Í barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um bøkur og tað at lesa. Vit vitja børn, sum hava havt rithøvundavitjanir og børn, sum hava lisið nógvar ymiskar bøkur. Í dag eru vit í Fuglafjarðar skúla, tí í 2.flokki eru 23 næmingar, sum hava lisið eina rúgvu av bókum, nú tey hava havt lesiátak í fýra vikur. Tey hava gjørt eitt stórt træ á einum av vindeygunum í floksstovuni. Á trænum eru nógv bløð, har tittul á bók og navn á næmingi stendur á fyri hvørja bók, tey hava lisið.

Næmingar í 4.flokki greiða frá

Í skúlanum á Strondum hava tey evnisdagar um list. Eisini hava tey málað framvið trappuni í skúlanum.

Vit eru til sangleik í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Í døgunum 10. til 20. mars 2024 sýnir e-NÀM sangleikabreytin fram sangleikin ?MAMMA MIA? í Mentanarhúsinum.
Sangleikabreytin er fegin um aftur at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Henda útgávan av ?MAMMA MIA? er tillagað soleiðis, at leikurin avgjørt kann sigast at vera fyri øll, hóast talan upprunaliga er um ungdómsleik. Sangleikurin er annars bygdur á heimskenda filmin frá 2008.

Næmingaráðið skipar fyri evnisdegi um mat

Fyri at gera matpakkan meira spennandi, sklipar næmingaráiðið í miðdeildini í skúlanum á Argjahamri fyri evnisdegi um mat. Snorri Paturson er við og tey gera nógvar spennandi smakkiroyndir.

Mattias og Tagea greiða frá

Leygardagin 27.apríl var finalan í Pangea roknikappingini í Norðurlandahúsinum. Mattias er 10 ára gamal og vann kappingina í sínum árgangi. Tagea var við í innleiðandi umfari. Vit vitja tey í Sørvágs skúla.

Um bókina

Í barnaútvarpinum hoyra vit um bókina - Motorsúkklan. Richard H. Johansen hevur skrivað og Hans Niclasen hevur myndprýtt.

Mórugøta og um víkingar

Vit eru í Mórugøtu 8. Síðani fara Karla og Sólvá at greiða frá víkingum

Vit eru farnar at vitja Píl

Píl Reinert eigur gæs, dunnur, hønur og ein ravn. Hon fer at vísa okkum runt og fer at greiða frá.

Vit vitja Píl Reinert

Í barnaútvarpinum fer Píl Reinert at greiða frá. Hon hevur gæs, hønur, dunnur og ein ravn. Hesa ferð hoyra vit um hønur.

Vit vitja Píl Reinert

Í barnaútvarpinum fer Píl Reinert at greiða frá. Hon hevur gæs, hønur, dunnur og ein ravn. Hesa ferð hoyra vit um dunnur og um ravnin.

Reiley vitjar Barnaútvarpið

Reiley er á vitjan í Barnaútvarpinum, og hann fer at greiða frá tónleiki

Reiley vitjar Barnaútvarpið og vit hitta fjepparar

Reiley er á vitjan í Barnaútvarpinum, og hann fer at greiða. Eisini hitta vit tíggju fjepparar.

á Skála

Vit eru boðin á kafe í Skála Skúla

Jákup, Hjálmar og Ria fara at greiða frá.

Vit eru í Sjónleikarahúsinum í Havn, og vit fara at hoyra um leikin - Robin Hood.

Vit vitja í skúlanum

Í skúlanum í Kollafirði er samfelagsvika. Her gera tey nógv stuttligt og spennandi.

um bøkurnar Ommusa Omma og Sólja og Súla á Sólferð

Steintór og Rakul Ró greiða frá um bøkurnar.

Tey syngja og greiða frá

Messingkvintettin KÓJAK, skipar fyri sangverkætlan - har ymiskir skúlar eru við. Tey syngja hvønn dag saman í eina viku, og ein dag syngja tey saman við orkestrinum. Verkætlanin endar við konsert, sum verður í musikkskúlanum Hátúni í Havn leygardagin. Vit vóru í Vestmanna Skúla, tá ið tey í skúlakórinum sungu.

Vit eru til barnakonsert í Norðurlandahúsinum

Vit hoyra um barnakonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri og Sigurd Barrett. Hans Petur í Brekkunum, Sigurd Barrett, Rúni Mouritsen, Elin Rasmussen og Atli K. Petersen fara at greiða frá.

Tey fara at greiða frá

Tey í 4.flokki í Sørvágs skúla hava verið skermfrí í ein mánaða.

Vit hava tað stuttligt

Mikudagur er skermfríur dagur á Margarinfabrikkini. Vit vitja og hoyra børnini greiða frá. Eisini fara Markus og Esra at rappa.

Børn kring landið greiða frá.

Vit eru við til skúlaleikir 2023

Helgi Dam Ziska og næmingar í frískúlanum í Kelduni fara at greiða frá.

Í dag er FM í skúlatalv. Helgi Dam Ziska greiðir frá kappingini og næmingar í frískúlanum í Kelduni, sum eru við í finaluni, tey fara eisini at siga frá.

Gentubólkurin í Klaksvík

Vit hoyra um gentubólkin - Smíl. Tær eru fimm gentir í Klaksvík, sum gera sangir. Tær hava verið í studio og arbeiða saman við Steintór Rasmussen, sum er tónleikalærari á Skúlatrøð.

Vit eru við til finaluna.

Leygardagin var finalan í sangkappingini í SMS. Vit tosaðu við luttakararnar, áðrenn tey fóru á pall.

Spæliliðið er á skeið

Vit hoyra um, tá ið spæliðið er á skeið. Eisini eru vit við í Tofta skúla, tá ið tey royna seg á fyrsta sinni.

Rúnar og Adrian greiða frá

Í dag eru vit á Setatrað og taka eplir upp. Eplaveltan er stór og fleiri eru og taka upp. Rúnar og Adrian er 7 ára gamlir og fara at greiða frá.

Prát við Rakel Helmsdal

um bókina: Toran gongur

Serbreytin í skúlanum við Løkin

Í barnaútvarpinum hoyra vit, tá ið serbreytin í skúlanum við Løkin fekk umhvørvisvirðislønina 2023.

Vit eru á Várframsýning á dagstóvninum á Argjum

Børn í skúlabólkinum hav gjørt áleið 200 myndir.

hann eitur Fríðrikkur X

Hvat halda børnini um tað?

Fríðrikkur X

Hvat halda børnini um tað?

Vit eru í skúlanum við Streymin

Vit fara at hoyra um tað at lesa. Vit eru í skúlanum við Streymin. Síðani føstulávintsmánadag hava tey lisið gular bøkur og í dag nú páskafrítíðin byrjar endar lesiátakið.