Um tónleik í Kringvarpinum

Um KVFTænasta
Um tónleik í Kringvarpinum
Soleiðis sendir tú tónleik til útvarpið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2023 - 14:35

Soleiðis verður tónleikur valdur til sendingar

Í høvuðsheitum eru tveir ymiskir mátar, ið tónleikur verður valdur til sendingar.

Í sendingum, har tónleikur er høvuðsevni, velja vertirnir sjálvir tónleikin. Í sendingum, ið ikki hava tónleik sum fremsta mál, spæla vertirnir sangir, sum eru í umferð í útvarpinum, umframt sangir, ið vertirnir sjálvir velja. 

Tá ið eingin vertur er í útvarpinum, verður tónleikur í umferð spældur, og tá ið steðgur er ímillum sendingar, verður føroyskur tónleikur í umferð spældur.       

 

Tónleikaredaktiónin

Ein tónleikaredaktión undir leiðsu av tónleikasamskiparanum ger av, hvørjir sangir verða settir í umferð í útvarpinum. Tónleikaredaktiónin er mannað við tónleikaáhugaðum starvsfólkum í KVF, sum fáast við og spæla nýggjan tónleik í sendingum.      

Á vikuligum fundi verður nýggjur tónleikur spældur, viðgjørdur og vigaður, áðrenn hann verður settur í umferð. Sangirnir koma frá tónleikarum, plátufeløgum, lurtarum hjá útvarpinum, limunum í tónleikaredaktiónini og frá øðrum starvsfólkum í KVF.    
  

Hevur tú gjørt tónleik, ið tú vilt, at KVF skal spæla?     

Hevur tú gjørt tónleik, ið tú kundi hugsað tær at fingið í umferð í útvarpinum, skal tú senda eitt leinki til tónleikin saman við upplýsingum um rættindi, upptøku og framleiðslu til Kringvarp Føroya. Tónleikurin verður síðan viðgjørdur á vikuliga fundinum hjá tónleikaredaktiónini.

Ljóðfílan skal vera WAV, 16 bit, 48.000 Hz.    

Teldupostbústaðurin er: tonleik@kvf.fo 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Nýggjastu sendingar í SV

Um kvf css