Teksting og tulking

Um KVFTænasta
Teksting og tulking
KVF arbeiðir støðugt fyri at tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu gagnnýta miðlatænastur og tiltøk, sum KVF skipar fyri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:52

Kringvarp Føroya teknmálstulkar í samstarvi við viðkomandi partar tíðindi og sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga, beinanvegin. Kringvarp Føroya samskiftir og samstarvar við deyvaumhvørvið, so at játtanin til teknmálstulking verður brúkt á skilabesta hátt. Í hesum sambandinum verður studio til teknmálstulking gjørt í Deyvahúsinum, eitt studio, sum Deyvafelagið fær ábyrgdina av at reka fyri ta játtan, sum er sett av til hetta á fíggjarlóg landsins.

Tíðindasendingarnar í sjónvarpinum verða tekstaðar. Gudstænastur í sjónvarpinum verða tekstaðar. Sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og -týdning, eitt nú valsendingar og viðkomandi dokumentarsendingar, eiga at verða tekstaðar skjótast gjørligt. Kringvarpið sendir beinleiðis tekstfrásøgn frá tíðindafundum, sum snúgva seg um tilbúgving.

Miðað verður ímóti at veita einfaldar alnetstænastur til fólk við sjón- ella hoyribreki.

Her finnur tú teknmálstulkaðar sendingar. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV

Um kvf css