Starvsvenjing

Um KVFTænasta
Starvsvenjing
Í Kringvarpinum vilja vit fegin samstarva við lesandi. Fá meiri kunning her
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:53

Vit í Kringvarpi Føroya vilja gjarna taka ímóti starvsnæmingum, sum vit hava eina langa siðvenju at gera.  

KVF sær tað beinleiðis sum sína skyldu, sum Føroya einasti public service-stovnur, at geva lesandi á hægri lærustovni og næmingum í fólkaskúlanum henda møguleika.  

Og so er hetta er eisini ein liður í arbeiðinum at stimbra yngra ættarliðið at velja journalistisku og miðlateknisku fakini, tá tey skulu velja lívsstarv.  

 

Umsókn 

Næmingar, ið eru áhugaðir at koma í starvsvenjing í KVF, skulu sum tað fyrsta skriva eina umsókn til KVF um, hví teir er áhugaðir at koma í starvsvenjing í KVF. 

Mannagongdin við at skriva umsókn var í síni tíð sett í verk í eini roynd at tryggja, at teir næmingar, ið koma í starvsvenjing í KVF, duga at málbera seg og annars egna seg til arbeiðsøkið í KVF.  

 

Umskiftiligt 

Tað kemst ikki uttanum, at KVF stundum er eitt rokaligt og umskiftiligt arbeiðsumhvørvi við tíðarfreistum, har fólk ofta hava nógv um oyruni og eru í tíðarneyð.  

Hóast tað, ið vit framleiða í KVF, skal sendast í útvarpi og sjónvarpi, so er framleiðslan av tilfarinum nógv innantanna, tvs. at fólk sita djúphugsin og skriva og klippa.  

Tí er umráðandi, at starvsnæmingar í KVF eru sjálvbjargnir bæði málsliga og persónliga, og at teir halda seg til og ikki verða ørkymlaðir av umskiftiligu arbeiðsgongdunum.  

 

Framleiðsla 

Royndirnar siga okkum eisini, at starvsnæmingarnir fáa mest burturúr av at framleiða.  

Millum annað verða starvsnæmingar settir at framleiða tónleikasendingina "Praktikanturin", sum verður send í útvarpinum um summarið.  

Og teir starvsnæmingarnir, ið halda seg til, fáa eisini møguleika fyri at gera tíðindainnsløg til útvarpið og sjónvarpið.  

Annars fáa starvsnæmingar høvi at fylgja við og eygleiða framleiðsluna í húsinum, sum millum annað fevnir um at fara út við sjónvarpsliðum hjá Degi og viku og upptøkur til ymiskar sjónvarpssendingar á Mentan.  

 

Starvsnæmingurin 

Tú ert lesandi á hægri lærustovni ella fólkaskúlanæmingur.

Tú ert áhugað/-ur í fjølmiðlum, public service, miðlatøkni ella KT.

Fyri at fáa mest møguligt burtur úr starvsvenjingini í KVF, so er umráðandi, at starvsnæmingar:  

  • tora at tosa í mikrofon  

  • gera samrøður 

  • duga at arbeiða sjálvstøðugt 

Sum starvsnæmingur í Kringvarpinum verður tú nógvar virðismiklar royndir ríkari, og tú kemur at menna teg bæði fakliga og persónliga. Tú sleppur í stóran mun sjálv(ur) at avgera, hvørjar uppgávur tú fert í holt við í tíni starvsvenjing. Hetta fyri at tú í størstan mun sleppur at nema tær tann serkunnleika, sum tú hevur áhuga fyri.


Soleiðis søkir tú

Vilt tú sleppa í starvsvenjing í Kringvarpinum?

Send tína umsókn til:

Umsitingina á kvf@kvf.fo.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216

Um kvf css