SavnsGull

Um KVFTænasta
SavnsGull
Verkætlanin at talgilda kringvarpssavnið og gera tað alment atkomuligt
 
01.11.2021 - 14:44

Hvat er SavnsGull?

SavnsGull er verkætlanin, sum skal bjarga tilfarinum í savninum hjá Kringvarpi Føroya. Í savninum er tilfar, sum lýsir modernaðu søgu føroyinga –  frá 1957 til í dag. Endamálið hjá SavnsGulli er at talgilda savnið og síðan at geva almenninginum atgongd til tilfarið.

Hví skal savnið talgildast?

Svarið er, at tað er alneyðugt av tí orsøk, at savnið er helst størsta heimildin, vit eiga um nýggja, føroyska søgu. Tað hevur somuleiðis stóran týdning, at savnið verður talgildað nú, tí útgerðin, sum skal til, tá bondini skulu spælast, gerst eldri og ringari at fáa fatur á, og serfrøðingar vænta, at um ikki alt ov langa tíð kann tað vera ógjørligt at fáa talgildað tilfarið í savninum. Vit kunnu tí siga, at tað er í seinastu løtu, at verkætlanin var raðfest og fekk fígging frá okkara almenna verki. Ein stórur partur av sjónvarpssavninum eru bond, sum ikki kunnu talgildast í Føroyum, tí útgerðin ikki er at fáa hendur á. Í 2016 vóru 5 milliónir krónur latnar Savnsgulli í stuðli frá A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal. Gongd varð sett á talgildingararbeiðið í 2014 og væntast at verða liðugt (2020-23). Arbeiðið er skipað í tríggjar eindir –  pappír, útvarpsbond og sjónvarpsbond –  har tað í høvuðsheitum verður arbeitt við at talgilda og skráseta tilfarið.

Visjón

Við at talgilda kringvarpssavnið skal Kringvarp Føroya vera størsta savn innan tíðindi, mentan og siðsøgu í Føroyum. Við tíðini skal almenningurin hava atgongd til savnið, og við hesum skal Kringvarp Føroya vera fremsti mentanarberi innan økið.

Missjón

Missjónin er at bjarga øllum tilfari í kringvarpssavninum. Góðskan á tilfarinum skal vera høg eins og skrásetingin. Við hesum tilfari skal Kringvarp Føroya ríka søgu, lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna, undirhalda og varðveita Føroya søgur.


Sí tilfar, ársfrágreiðingar o.a. her.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216

Um kvf css