Framleiðsluyvirlit

Um KVFOkkara leiklutur
Framleiðsluyvirlit
Yvirlitið verður dagført á hvørjum ári
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:37

Yvirlitið vísir føroyska framleiðslu av útvarpi og sjónvarpi, endursendingar íroknaðar.

Bólkarnir fevna um hesar sendingar:

AKTUELT
Útvarpstíðindi, Dagur og Vika, tíðindafundir, minidokumentarar, Breddin.

TÓNLEIKASENDINGAR
Tónleikasendingar í útvarpi og sjónvarpi, FMA og aðrar konsertir.

INFOTAINMENT
Orðið er heiti fyri sendingar, ið kunnu bólkast sum bæði “information” og “entertainment”.
Hesar sendingar eru undir bólkinum Infotainment:
Góðan Morgun Føroyar, sendingin Vikuskiftið, Leygardagur, Ólavsøkuprát, Gekkurin, Summargestir o.tl.

BØRN OG UNG
Barnaútvarpið og allar barnasendingar í sjónvarpi, bæði føroyskar og týddar.

ÁTRÚNAÐUR
Morgunlestrar, andaktir, guðstænastur, møti og sendingin Credo.

MENTAN
Mentanarsendingar, Ljóarin, siðsøga (t.d. Meg Minnist), samrøður, frásagnir (Við Tórði á túri o.l.), náttúrusendingar, dokumentarsendingar hóskvøld, framhaldssøgur, stuttsøgur, tónleikasendingar við samrøðum, ymsar sendingar um høgtíðir o.l.

ÍTRÓTTUR
Ítróttasendingin í útvarpinum í vikuskiftunum, 3­-2 í sjónvarpinum, frásagnir frá fótbólti og hondbólti, finalur í hondbólti, flogbólti, fótbólti, svimjing, badminton, borðtennis og judo, landsdystir í fótbólti og onnur føroysk luttøka í altjóða kappingum. 

Framleiðsluyvirlit frá undanfarnum árum eru at finna í ársfrágreiðingum okkara her.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV

Um kvf css