- Tíðindi, mentan og ítróttur
UFO-kjallarin
UFO Kjallarin og Apollo - 4
21-04-2020
Fjórði partur av UFO Kjallarin
Apollo skipanin hjá Nasa var skotin í gongd í 1961. Endaliga ætlanin við Apollo var at seta ein mann á mánan. Í 1969 var hetta málið rokkið við Apollo 11. Bert fáar mánaðir áðrenn hetta eydnaðist, varð Apollo 10 missiónin gjøgnumførd. Millum annað hesa fara vit at tosa um í hesum parti av UFO Kjallaranum.
UFO-kjallarin
Tey allar flestu okkara munnu minst einaferð hava sitið í havanum og hugt upp móti stjørnnum og hugsað um, hvørt vit veruliga eru einsamøll í alheiminum, ella um okkurt meira man vera har úti.
Søgurnar um ljós í myrkrinum ella flúgvandi talerkar eru nógvar, men eru tær sannar?
Í hesari podcast seriu fara vit at skifta orð um fyribrigdið UFO og alt sum har til hoyrir.
Vælkomin í UFO Kjallaran