Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Tórshavnar Kvøldskúla
19-02-2018
Hóast hann er nógv tann størsti skúlin í landinum, er hann lítið á breddanum alment. Hann livir sítt egna lív, hóast hann hevur nærum 3.000 næmingar

Tórshavnar Kvøldskúli húsast í 33 ymiskum støðum í kommununi og bjóðar 180 ymisk skeið fram í vetrarhálvárinum. Millum teirra eru eini hálvthundrað nýggj á hvørjum ári.

 

Ættarsøga og gransking er mikukvøld frá kl. 18 til 21.30. Lærari er Poul Andreasen og vit tosa eisini við ein av næmingunum, Óla Jákup Guttesen, ið savnar saman upplýsingar um ættina og bygdafólkið í heimbygdini Bø. Óla Jákup sigur, at hann er komin aftur til 1600 talið. Næmingarnir hava atgongd til kirkjubøkur og fólkateljingar og leita nógv á netinum heima við hús, sigur Poul Andreasen, lærari. Hann hjálpir teimum m.a. at týða tað sum stendur í gomlum kirkjubókum og fólkateljingum.


Føroyskt sum fremmandamál er á skránni hósmorgun. Aiza Hansen úr Filipsoyggjum sigur, at tað er torført at læra føroyskt og bendingarnar eru tað torførasta. Men hon hevur kortini gott mót. Cynthia Hansen er úr Peru og hon hevur verið í Føroyum í hávtannað ár. Hon er glað fyri, at bæði maðurin, familjan og vinirnir tosa føroyskt við seg.  Aiza og Cynthia búgva báðar í Skálafirði. Lærarin Bergljót av Skarði sigur, at tað er ein stuttleiki at undirvísa hesum fólkum, tí tey eru stak hugagóð. 20 fólk úr níggju ymiskum londum eru í hesum flokkinum.


Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari í Tórshavnar Kvøldskúla, sigur, at tey plaga at reypa av, at Kvøldskúlin er størsti og fjølbroyttasti skúli í Føroyum. Hann heldur, at nýggja miðstøðin í Vørsðluni, har Einars Prent og Sjónvarp Føroya fyrr vóru, hevur styrkt skúlan nógv. Har eru serstovurnar og har ganga umleið 1200 næmingar hvørja viku.


Janus Dam Guttesen hevur tekning fyri ungum 12 ár og eldri. Evnið í dag er perspektiv og hann sigur, at næmingarnir eru hugagóðir. Alda Árnafjall hevur teknað ein persón, sum er settur í eitt perspektiv. Henni dámar væl at tekna menniskjur, ið kortini ikki eru verulig menniskju.


Mortan Blaasvær hevur undirvíst í polstring í kvøldskúlanum í 25 ár og áhugin er sera stórur. Hann lærir næmingarnar gamla handverkið, sum nærum er útdeytt í Føroyum. Guðrið Patursson polstrar ein gamlan stól, sum er eini hundrað ára gamal. Hon sigur, at hon hevur fingið stóra virðing fyri fakinum nú hon er farin í gongd við at polstra. Ein av næmingunum er eisini Uni Næs dómpróstur, sum polstrar ein gamlan stól, ið foreldrini keyptu tá tey giftust fyri 70 árum síðani. Kristina Christiansen sigur, at kaffisteðgurin hevur stóran týdning.


Í hølinum, har Dagur & Vika hevði sítt gamla studio, er frálæra í heimspeki. Hanne Jacobsen livir fyri bókmentir og hon heldur, at heimspeki og bókmentir hóska væl saman, tí við hesum báðum saman kemur meira dýpd í. Lærarin, Jógvan Hansen, sigur, at á einum slíkum kvøldskúlaskeiði eru ikki stundir at fara í smálutir, men tað er umráðandi at fáa nøkur yvirskipað viðurskifti við og at tosa um tey. Jana Mortensen sigur, at hon hevur fingið sera nógv burtur úr. Fólk hava ymsa bakgrund. Tá hon kemur heim, hugsar hon víðari.


Í hugnaligu Pæsastovu skipar Guðrun Sólja Jacobsen fyri felagssangi fyri fólki omanfyri 45 ár. Hon heldur, at felagssangur er góður fyri fólk og ikki so krevjandi. Tað byrjaði við 70 ára gomlum, men nú er aldursmarkið komið niður á 45+. Hon heldur, at føroyingar duga væl at brúka røddina og halda seg ikki aftur at syngja. Tey syngja vanligar veitslusangir og fáa eisini ymsar søgur um sangirnar. Bogi Godtfred er millum sangararnar. Hann sigur, at konan lokkaði seg og tað er hann glaður um, tí fólk verða í góðum lag við at syngja. Jórun Vestergaard sigur, at hetta er líka gott sum at syngja í einari góðari veitslu. Hon og hini siga, at øll eru vælkomin, men serliga menn, tí sum nú er eru teir bara tveir mans.


Í gamla Bacalao-bygninginum á vestaru bryggju smíða teir ein føroyskan bát. Hendan lærugreinin er komin fyri at skapa størri áhuga millum menninar, tí kvinnurnar eru í stórum meiriluta í kvøldskúlanum. Andrass Joensen, bátasmiður, stendur fyri hesi lærugreinini. Áhugin er so mikið stórur, at tað er fullteknað. Teir smíða eitt stórt fýramannafar og Andrass sigur, at mátin er tann sami sum varð brúktur fyri 400 árum síðani. Herman Holm, sum er millum næmingarnar, sigur, at hann gleðir seg til at koma saman við hugaðum monnum eitt kvøld um vikuna. Hann hevur sjálvur smíðað nógvar borðabátar, men hann hevur ikki fyrr smíðað ein veruligan føroyskan bát.


Í sendingini er samrøða við hesi fólkini.
Óla Jákup Guttesen
Poul Andreasen
Aiza Hansen
Cynthia Hansen
Bergljót av Skarði
Jógvan Sørin Hansen
Janus Dam Guttesen
Alda Árnafjall
Mortan Blaasvær
Guðrið Patursson
Uni Næs
Kristina Christiansen
Hanne Jacobsen
Jógvan Hansen
Jana Mortensen
Guðrun Sólja Jacobsen
Bogi Godtfred
Jórun Vestergaard
Andrass Joensen
Herman Holm

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023