- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Jól í Bø er eitt væl umtókt tiltak ein leygardag undan jólum, har fólk kunnu uppliva ymist ókeypis. Systkini Rannvá í Løðu og Tróndur Niclasen eru millum eldsálirnar sum skipa fyri tiltakinum og tey greiða frá í sendingini.
Grótbátarnir hjá byggifelagnum J&K Petersen sigla nátt og dag við gróti av Glyvursnesi inn til nýggju havnina í Havn. Eyðfinn Poulsen, skipari á grótbátinum Ragnhild, sigur, at teir binda jólafrið frá 23. til 27. desember.
Sabina Poulsen er úr Póllandi og býr í Søldarfirði. Hon greiðir frá hvussu tað var hjá teimum á jólum í hennara uppvøkstri. Tey gjørdu nógv burtur úr.
Saman við Ketty í Brekkunum eru Hilmar Jan Hansen og verturin Tórður Mikkelsen túr við hestavogni í Hósvík og tað er kavi og ógviliga jólaligt. Hósvík er ættarbygdin hjá Hilmar Jan,
90 ára gamla Margretha Gullaksen í Klaksvík er úr Hattarvík og hon greiðir livandi frá hvussu tey hildu jól í hennara barna- og ungdómsárum í Hattarvík og tað var ógviliga nógv øðrvísi enn í dag.
Hanus á Gørðum, sóknarprestur í Klaksvík, hevur verið prestur síðani hann var fýra ára gamal, tí hann spældi prestur sum smádrongur. Jólini eru ein kensluborin tíð, serliga hjá teimum ið hava mist onkran kæran í árinum. Tað eiga vit at hugsa um á jólum, sigur Hanus á Gørðum.
Fólkini, sum eru við í sendingini, eru:
Rannvá í Løðu
Tróndur Niclasen
Eyðfinn Poulsen
Sabina Poulsen
Ketty í Brekkunum
Hilmar Jan Hansen
Jóan Petur Andreasen
Margretha Gullaksen
Hanus á Gørðum