Við Tórði á túri

Við Tórði á túri umborð á Smyrli
06-11-2017
Strandfaraskipið Smyril er ein lívsæðr fyri Suðuroynna. Harafturat er skipið eitt arbeiðspláss, har fólk støðast væl

Hendan túrin er ein av teimum fýra motorunum ikki inni í skipanini og tí siglir Smyril bara við trimum motorum. Ein av maskinmonnunum, Sam Vang, sigur, at teir hava funnið orsøkina. Tað er ein tekniskr feilur, sum nú er rættaður. Hann sigur, at vanliga hevur Smyril økonomiferð,su er eina 18-20 míl.

 

Liljan Hildibjartsdóttir hevur siglt við Smyrli síðani í januar mánaði. Men hon hevur áður verið við gamla Smyrli. Fleiri systar hava siglt við Smyrli í mong ár.

Martin Eið er ein av teimum, sum stýra ferðsluni á dekkinum. Han hevur verið við í eitt ár. Hann sigur, at tey hava merkt væl, at Varðin Pelagic ikki flytir fiskavøru sum er eftir at virkið brann í grund.

 

Lena Skaalum hevur siglt við Smyrli í 30 ár. Hon trívist væl í kioskini, har tey eisini avgreiða ferðaseðlarnar.

 

Óli Breckmann fer til Suðuroyar í morgun og hugleiðr um stóru broytingarnar í okkara ferðingarmnstri. Nògv fólk minnast, at tað tók tríggjar dagar at ferðast úr Vági til Viðareðis.

 

Formaðurin í Starvsmannafelagnum, fer til Suðuroyar at fundast við alment lønt starvsfólk. Hann sigur, at tað er umráðandi at formaðurin vísir kemur út um landið.

 

Ruth millum Garðarnar fæ frívakt og ger sg til at fara í land á Krambatanga. Hon gleðir seg at koma heim til børnini eftir eina viku umborð á Smyrli.

 

Tá Smyril leggur at á Krambatanga kemur Ronald Robertson umborð við reinum seingjarklæðum frá vaskarínum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og eftir teimum skitnu seingjarklæðunum hjá manning og ferðafólki.

 

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at á suðuroyarleiðini er nógv vaksið síðani nýggi Smyril kom. Strandferðslan hevur gjørt okkurt átak fyri at fáa fleiri útlendsk ferðafólk at vitja Suðuroynna. Úrslitið av tí sæst ikki í tølunum fyrr enn næsta ár.

 

Skipari henda túrin er Marius Hansen. Hann hevur siglt við Smyrli í nógv ár og sigur, at vit gloyma teir ringu túrarnar. Hann sigur, at fólk eru ikki serliga tolin tá Smyril avlýsir túrar fyri veður. Tað verða eingir túrar avlýstir til stuttleikar..

 

Teitur Guttesen er aspirantnæmingur umborð í fimm vikur. Hann sigur, at Smyril er eitt gott lærupláss.

 

Ella Nolsøe Petersen úr Vági siglir nógv við Smyrli og hon setist ongantíð aftur fyri veður. Ella sigur, at  skipið kann metast sum ein motorvegur millum Havina og Suðuroynna.

 

Jónfríð Hjelm er kokkur umborð í dag. Hon sigur, at eftir ein langan dag í Havn er tað vanligt at fólk fáa sær ein góðan bita umborð á túrinum suðureftir.

 

Finnbjørn Hermansen hevur siglt við Smyrli og avloysti fyrstu ferð umborð á Teistanum i 1976. Og síðani 1980 hevur hann siglt fastur við Smyrli.

 

Julia Dalfoss hevur ymsar uppgávur umborð, bæði at vaska og at servera fyri ferðafólkinum.

 

Og Ester Mørk dámar væl at sigla við Smyri. Hon fer til Havnar at keypa stás og so fer hon møguliga á bingo á Argjum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023