Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Svínáum
18-09-2013
Í hesari sendingini vitjar Tórður Mikkelsen í lítlu bygdina Svínáir, sum er við Sundalagið eysturoyarmegin

34 fólk búgva í Svínáum í dag, men eingin av teimum er eftirkomari hjá niðursetufólkunum. Øll eru tilflytarar, men tey trívast væl í hesi lítlu bygdini í Eiðis Kommunu.

Í sendingini greiðir Jóan Jacob Højsted, sum vaks upp í Svínáum, frá bygdini saman við Regini Ellingsgaard, sum hevur búð her síðani miðskeiðis í sjeytiárunum.

Vitjað verður eisini á alistøðini, har fýra mans arbeiða, á klippistovuni í bygdini og hjá einum hjúnum úr Klaksvík, sum hava gjørt nógv burtur úr urtagarðinum og økinum uttan um húsini. Granni hjá teimum er filisoffurin Jógvan Hansen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Óvanliga nógva regnið síðani mikkjalsmessu hevur gjørt, at nógvir hava bíðað eftir fjallveðri. Misjavnt er hvussu latið verður at skurðinum
14-10-2019
Tað er ein heilt serligur dagur í Trøðum á Sandi, tá Eplafestivalurin er á skránni. Tá koma fólk í hópatali at vitja og uppliva heystið
07-10-2019
Síðani 2013 hava vestmenningar í Havn samlast hvønn hósdag í Norðurlandahúsinum, har nógv evni úr heimbygdini verða viðgjørd
20-05-2019
Hendan tíðin av árinum er serliga spennandi hjá teimum sum hava seyð. Áhugavert er at hoyra, hvussu ymiskt lembingin verður avgreidd kring landið
13-05-2019
93 ára gamli miðvingurin Joen Frederik, vanliga nevndur Jógvan, vitjar heimbygdina aftur fyri fyrstu ferð í 37 ár. Hann hevði eitt hendingaríkt lív
06-05-2019
Á hesum serliga túri verður greitt frá ymsum evnum, ið hava samband við barnaárini hjá útvarpsvertinum av Toftum
29-04-2019
Lamba er ein gomul og søgulig bóndabygd, sum kanska serliga er kend fyri Norsku Løvu. Men har eru nógvar aðrar søgur eisini úr dagligdegnum
15-04-2019
Tann stóri guli Kommunuskúlin, sum nú er lestraríbúðir og eitur Finsen, er sum ein bygd í miðbýnum í Havn. Her trívast leigararnir væl
08-04-2019
Í dag eru vit við 21 føroyingum á ferð í Kenja saman við Mariu Syderbø Mikkelsen, sum hevur byrjaði eitt college í Nairobi
01-04-2019
Býlingurin á Steig í Sandavági er nógv vaksin síðan løgmansgarðurin var einasta húsið har. Í dag er Steig ein livandi býlingur
25-03-2019
Útróðrarbáturin Brandur hevur eins og aðrir útróðrarbátar havt óvanliga góðan rokfiskiskap síðani seinasta summar. Vit vitja í Norðdepli
18-03-2019
Føstulávintshaldið í Sumba er víða gitið. Umframt tunnuslátturin, setir tann livandi føroyski dansurin ein serligan dám á dagin
11-03-2019