- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Birgit Augustinussen og Hanna Rygshamar í Vági hava báðar traðkað barnaskógvar í Botni, sum er eitt av mongum vøkrum plássum í Suðuroynni, og í sendingini siga tær frá nógvum barnaminnum í Botni. Tær hava bara góð minnir og tær keddu seg ongantíð, hóast her var sera avskorið. Eingin vegur og brimpláss.
Vágbingurin Poul Andreasen skrivaði ein bókling, tá elektrisitetsverkið í Botni fylti 75 ár. Og nú verkið fyllir hundrað í juli, kemur ein rúgvusmiklari bók hjá honum út um evnið. Í sendingini greiðir Poul m.a. frá, hví vágbingar fóru at gera elektrisitetsverk í Botni fyri hundrað árum síðani.
Eyðun Johansen og Anton Petersen vóru millum arbeiðsmenninar, tá SEV gjørdi ein vatntunnil millum Vatnsnes í Hovi til Botn, og teir siga frá ymiskum hendingum. M.a. tá ógvisligur jarðskjálvti var í Vági beint eftir at tunnilin var gjørdur. Og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV, greiðir frá tá pápi sín, sum eisini arbeiddi í tunnlinum, fekk boðini um at Heri sjálvur varð komin í verðina.
Eirikur Norðberg, elverkfrøðingur hjá SEV, greiðir frá verkinum í Botni og frá savninum, sum er sett upp her í sambandi við hundrað ára haldið.
Tá verkið í Botni varð tikið í nýtslu fyri hundrað árum síðani var ljósfest í Vági. Tað verður aftur ljósfest nú verkið fyllir hundrað ár, og hesum tiltaki greiðir Magnus Pauli West, leiðari fyri Visit Suðuroy, frá í sendingini.