- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Elis Mikkelsen, Maiken Olsen, Sharada Ýr Unadóttir og Dánjal Gram Høgnesen eru fegin at vísa okkum runt í íbúðini, og vit hitta eisini trý av teimum arbeiðsplássinum. Elis vaskar bilar og annað á Sjúkraflutningstænastuni, Maiken arbeiðir í køkinum í Kringvarpinum, Sharada hjálpir til at rudda og vaska á Glasir og Dánjal er í køkinum á Verkstaðnum Vón. Tey fýra eru á einum máli um, at tað er gott og gagnligt at hava egna íbúð.
Vit hitta eisini Marjuna Niklasdóttir og Tummas Wilhelm, tá tey um kvøldið samlast við hinum í felagshølinum at hyggja eftir Eurovision og at spæla spøl.
Diana Solberg Mouritsen, sum er leiðari fyri Búfelagsskapin Karlamagnusarbreyt 34, sigur, at tað riggar væl at hesi ungu fólkini hava sítt egna. Tey kunnu kortini altíð venda sær til starvsfólk tá tey hava brúk er fyri hjálp ella vegleiðing.
Í sendingini greiðir Doris Hansen frá, hvussu stór broytingin hevur verið hesi hálvthundrað árini síðani Javni varð sett á stovn. Doris gav út bókina "Søgan um hini", sum m.a. greiðir frá tá menningartarnaðir føroyingar vórðu sendir til Danmarkar. Og Borný Jóhansdóttir, sum er mamma Sharadu, greiðir frá hvussu glað hon er fyri framgongdina hjá dóttrini og at hon nú hevur fingið egna íbúð.
Hini, sum vit hoyra málið á í sendingini, eru: Gunnnar Hjelm, Jón Svein Heinesen, Ragnar A. Jacobsen og Elin Dagbjartsdóttir