Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Hvalba (2:2)
31-05-2021
Hvalba er størsta markatalsbygd í Føroyum, og í gomlum døgum var hon størsta bygd í landinum. Her er tvírøtt og tí var stutt at rógva út á fiskimiðini

Snorri Nónfjall er ein sonn bygdarmynd. Við kustinum sæst hann feia bygdina fyri kommununa. Serliga nógv feiar hann strekkið við Royn-húsið. Snorri sigur, at hann er ikki "nýsjerrigur", men hann hevur stóran áhuga fyri øllum sum hevur við bygdina at gera. 

 

Í einum gomlum húsum í Hvalba, Heimi í Stovu, hava trímenningarnir Guðrun Rógvadóttir og Johan Holm Simonsen endurskapt sálina í gomlu ættarhúsunum Bakkhúsi, sum eru tikin niður, tí handilin Bakkhús skuldi byggja út. Ættin úr Bakkhúsi er stór og tað var staðið, har øll komu um summarið, sigur Guðrun. Tað er hesa sálina, sum tey bæði hava roynt at endurskapa í einum øðrum húsum í bygdini. Og semja er um, at hetta hevur eydnast teimum.

 

Hvalba er størsta markatalsbygd í Føroyum og er helst millum elstu bygdir í landinum. Vit vita eisini, at Hvalba hevur verið størsta bygd í Føroyum. Aftur í hesari seinnu sendingini greiðir Jákup Næs Joensen frá ymiskum søguligum viðurskiftum í heimbygdini. M.a. um søgnina tá Tróndur í Gøtu, Hovgrímur og Svínoyar Bjarni skuldu drepa Brest og Beinir. Hann greiðir eisini frá Lítlu Dímun, sum fyllir nógv í hugaheiminum hjá hvalbingum.

 

Mýrarnar í Hvalba, sum er tað stóra og víða lendið mitt í bygdini, er eitt tað fuglaríkasta staðið í Føroyum, sigur Rúni Thomsen. Hann hevur stóran áhuga fyri fugli og eygleiðir fugl, ið er á ferð og steðgar her fyri at hvíla seg. M.a. sá Rúni tann fyrsta silvurhegran, sum er skrásettur í Føroyum. Tað var í 2007. Og triðja skráseting av silvurhegra var eisini her í 2017 og Rúni Thomsen sá eisini hann.

 

Vesturi á Heyggi, undir Grímsfjalli, er ætlanin at gera samanbygdar íbúðir. Ungi hvalbingurin Jens Christian Joensen hevur tikið stig til hesa verkæltan og hon verður veruleiki, sigur hann. Upplýsandi fundur var herfyri í Hvalba og áhugin fyri íbúðunum er sera stórur, sigur Jens Christian. 

 

Gamla elverkið í Hvalba er nú sethús. Her búgva hjúnini Maud Næs og Jimmy Schultz. Húsið hevur eisini verið leirverkstaður, har lutir eru virkaðir burtur úr leiri úr Prestfjalli. Maud greiðir frá serligu innrættingini og at tey hava verið trúgv móti upprunaligu húsunum. Jimmy, sum er dani, er kort síðani fluttur til Føroya, og hann trívist sera væl í Hvalba. Nú hevur hann m.a. fingið sær hønur og gjørt sær høsnarhús.

 

Poul Jespersen tekur ógviliga nógvar myndir av Hvalba og leggur út á sosialu miðlarnar. Hann er serliga hugtikin av heimbygdini, tí hann heldur at Hvalba er vakrasta bygd í Føroyum. Tað er serliga vakurt at taka myndir úr fjøllunum, tí ljósið er líka spennandi allar árstíðir og í ymsum veðri. Hann sigur at serliga hvalbingar uttanlands eru glaðir fyri myndirnar.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023