Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Bollafabrikkini í Klaksvík
10-05-2021
Klaksvíkar Hermetikk, sum millum manna altíð hevur verið rópt Bollafabrikkin, hevur eina spennandi søgu. Nú verður húsið á Stongunum sett aftur i upprunaligan stand

Virkið á Stongunum hevði upprunaliga navnið Klaksvíkar Hermetikk. Men millum fólk varð tað bara rópt Bollafabrikkin. Hetta var eitt slóðbrótandi virki, sum byrjaði sítt virksemi í fjørutitiárunum og tað helt fram til 1970. Tey seinastu árini var virksemið tó minni. 

 

Í hesari sending hitta vit stjóran á Bollafabrikkini, John Høj, sum nú er 91 ára gamal, og hann greiðir frá hugskotum og arbeiðsgongdum. Virksemið var ógviliga umfatandi og tey løgdu bæði fisk, fugl og grind í blikk og tað mesta varð útflutt. John sigur, at tey høvdu egnar uppskriftir, sum framvegis ikki eru almennar.

 

Sólva Olsen, Sølva Joensen og Súlberg Klakkstein, sum vóru ung og arbeiddu á Bollafabrikkini, siga frá ymiskum upplivingum frá tíðini á virkinum.

 

Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður, arbeiddi sum ungur á Bollafabrikkini. Hann hevur síðani havt serligan áhuga fyri hesum virksemi og hevur skrivað nógvar greinar um Klaksvíkar Hermetikk. Jógvan heitir samstundis á Klaksvíkar Kommunu og fólk um at nevna virkið tað veruliga navnið, Klaksvíkar Hermetikk og ikki Bollafabrikkina.

 

Í egningarskúri í kjallarahæddini á Bollafabrikkini hitta vit Alfred Eliasen og Jóannes Mikkelsen, ið hava bát og egningarskúr her. Bollafabrikkin er aftur blivin aktuell, tí Klaksvíkar Kommuna og teir, sum eiga egningarskúrarnar, júst hava undirskrivað eina avtalu. Avtalan ber í sær, at teir 15 egningarskúrarnir við frystigoymslu halda fram í kjallarahæddini, og at kommunan fær ræðisrættin yvir teimum ovaru hæddunum og kann brúka hølini til okkurt spennandi endamál. Enn er ikki komið fram um hvat tað er. Eftir avtaluni átekur Klaksvíkar Kommuna sær at seta bygningin í upprunaligan stand. 

 

So við í sendingini eru hesi fólk: John Høj, Jóannes Mikkelsen, Alfred Eliasen, Sólva Olsen, Sølva Joensen, Jógvan við Keldu og Súlberg Klakkstein.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023