Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Strondum (2:2)
22-03-2021
Í hesum seinna partinum av túrinum á Strondum vitja vit m.a. Fornminnasavnið í Heygsstøð og ullavirkið Snælduna, sum hevur verið í gongd síðani 1949

Í hesum seinna partinum greiðir Ragnar Danielsen eisini frá ymsum viðurskiftum á Strondum. Fyri einum góðum ári síðani gav hann út bókina "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu". Í hesum partinum greiðir Ragnar m.a. frá, at bygdin hevur verið serliga hart rakt av syndarligum vanlukkum og so greiðir hann eisini frá nøkrum orginalum, ið settu serligan dám á bygdina.

 

Heygshagi á Strondum er ein av størstu hagapørtum í landinum. Hann er 275 gyllin og hevur havt um 600 áseyðir. -Tað var alt ov nógv og tí vóru menn nøgdir, tá eitt lamb vigaði 24 pund. Hesi seinnu árini eru broytingar gjørdar, so nú er áseyðatalið væl minni og seyðurin er eisini betri, sigur Artur Johansen, formaður í hagastýrinum fyri Heygshaga. Nú er vanligt at lomb viga 30 pund og meira, sigur hann. Og hann leggur dent á, at kjøtsmakkurin hevur altíð verið góður.

 

Gamli handilin og turkihúsið á Høvdanum á Strondum eru nú eitt stórt fornminnasavn, sum Sjóvar Fornminnafelag rekur. Í sendingini greiðir Malena Thomsen frá arbeiðnum umfatandi arbeiðnum á Høvdanum. Savnið lýsir tíðarskeiðið frá 1872, tá handilin á Høvdanum byrjaði sum kongaligur úthandil, til 1950-árini. Í kjallaranum í gamla handlinum, sum hevur verið fiskahjallari, verður í hesum døgum gjørt klárt fyri einari kafé, sum einstaklingar fara at reka.

 

Jan Abrahamsen greiðir frá einari hending í Heygsstøð, sum hann lærdi nógv av. Ein maður úr Saltnesi, sum dagliga sigldi yvir um fjørðin eftir hoyggi, var áhalsin og lá í nógvar tímar óhjálpin í neystinum. Leitað varð alla aðra staðni, tí lásið var á hurðini og tí kundi hann ikki vera inni. Søgan var tann, at ein maður, sum kom framvið, sá nógva seyð inn og rópti, men eingin svaraði. Tí rak hann seyðin út og hongdi lásið á hurðina. Hesum lærdi Jan nógv av.

 

Hjúnini Kristina Ottosdóttir og Andras Róin úr Havn keyptu eini lítil hús á Strondum, sum tey ætlaðu at brúka sum summarhús. Men tey trivust so mikið væl, at nú eru húsini í Havn seld og tey búgva á Strondum, har Andras eisini er nývaldur bygdaráðslimur. Tey bæði siga, at tey eru sera væl  móttikin og tey stórtrivast í bygdini. Hóast strandigar helst hava líka nógv at hugsa um sum fólk í Havn, so gevur fólkið her sær betri stundir at steðga á og koma hvørjum ørðum við.

 

Ullavirkið Snældan á Strondum varð stovnað í 1949 og virkar framvegis bæði tógv og lidnar klædnavørur úr føroyskari og útlendskari seyðaull, m.a. ull av Falklandsoyggjunum. Tann ullin er nógv bleytari enn tann føroyska. Snældan selur vøruna bæði í Føroyum og uttanlands. Kalli Olsen, sum stendur á odda fyri virkinum, er triðja ættarlið á Snælduni. Hann hevur nú nátt pensjónsaldri, og tí vónar hann at onkur av eftirkomarunum vil taka við tá hann gevst. Sonarkonan Maja Skaale Olsen arbeiðir á Snælduni og hon vísir okkum runt á virkinum og greiðir frá arbeiðsgongdini. 

 

Við í sendingini eru hesi fólk: Ragnar Danielsen, Artur Johansen, Malena Thomsen, Jan Abrahamsen, Leivur Johansen, Kristina Ottosdóttir, Andras Róin, Kalli Olsen, Maja Skaale Olsen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023